Tað verður gjørt eftir steðg í 17 ár, upplýsti amerikanski løgmálaráðharrin mánadagin.
Síðani 1988 eru bert trý fólk avrættað av samveldismyndugleikunum í USA, tann seinasti í 2003.
Millum 13. juli og 28. august skulu fýra avrættingar fremjast sambært løgmálaráðnum.
Longu fyri einum ári síðani boðaði William Barr, løgmálaráðharri, frá, at avrættingarnar skuldu takast uppaftur.
Fimm deyðadømdir menn skuldu eftir ætlan fáa deyðuligu innspræningina í desember 2019 og januar 2020.
Men í síðstu løtu avvísti amerikanski hægstirættur at avtaka steðgin fyri avrættingar.
Í apríl góðkendi ein kærudómstólur í Washington nýtsluna av evninum pentobarbital til avrættingar.
Síðani boðaði Barr frá, at nýggjar dagfestingar skuldu setast.
/ritzau/AFP











