Veðurlagið verður meiri ógvusligt í USA tey næstu árini við hitabylgjum og ódnarveðri. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing, sum amerikanmskir vísindamenn hava skrivað, og sum er almannakunngjørd í dag.
Vísindamenninir skriva, at verður einki munagott gjørt fyri at skerja útlátið av vakstrarhúsgassi, fer meðalhitin í USA at hækka millum 2,8 og 5,6 stig.
Hetta er munandi meiri enn tær metingarnar, sum ST hevur kunngjørt fyrr.










