Trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan.

USA ávarar Norðurkorea

Sambært amerikanskari fregnartænastu vil Russland keypa ymiskan krígsútbúnað úr Norðurkorea at brúka í krígnum í Ukraina.

Trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan.

Eftir at tað er komið fram, at norðurkoreanski einaræðishærrin, Kim Jong-un, ætlar sær at vitja í Russlandi seinni í hesum mánaðinum, ávarar USA Norðurkorea um at lata Russlandi vápn og lóður. 

 

Tað hevur nevniiga verið frammi, at Kim Jong-un og Vladimir Putin á sínámillum fundi skulu umrøða møguleikan hjá Norðurkorea at lata Russlandi vápn og lóður til krígsførsluna í Ukraina.

 

Trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan, vísir á, at USA higartil ikki hevur skrásett stórar sendingar av lóðuri úr Norðurkorea til Russlands.

 

Sambært amerikanskari fregnartænastu vil Russland sleppa at keypa ymiskan krígsútbúnað úr Norðurkorea at brúka í krígnum í Ukraina.

 

##med2##

 

Sum skilst, var ein slíkur handil eisin eitt evnið, tá russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, herfyri vitjaði í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang.

 

Sambært The New York Times ætlar norðurkoreanski einaræðisharrin, Kim Jong-un, at vitja í Russlandi seinni í hesum mánaðinum, og tá skulu leiðararnir báðir umrøða russiska ynskið.

 

 

 

Trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan.

Tveir einaræðisharrar, Kim Jong-un og Vladimir Putin.