Aftur í gjár vóru samráðingar um at skipa landsstýri í Grønlandi, og tað er framvegis Kim Kielsen, formðar í Siumut, sum leiðir samráðingar.
Tosað hevur verið um eina samgongu millum Siumut og Attasut – tað er samgongan, sum var. Hon hevur mist meirilutan, men saman við nýggja flokkinum hjá gamla siumutformanninum, Hans Enoksen, so hevur samgongn 16, sum er meirilutin av teimum 31 landstingssessunum í Grønlandi. Siumut hevur 11 tingsessin, Partii Naleraq 3 og Attastut 2.
– Tað er greitt, at vit hava ymsar meining um eitt nú uran. Tí fara vit nú aftur til baklandið at tosa saman, segði Hans Enoksen við heimasíðuna hjá Sermitsiaq AG í gjár efit rein stuttan fund við Siumut.
Fundurin í gjár byrjaði við lógvabrestum. Men gleðin var sambært Sermitisaq AG stokkut, tá ein minni vælnøgdur Hans Enoksen kom av fundinum, sum bara vardi í ein hálvan tíma, meðan fundirnir við hinar floksleiðararnar vardu í ein tíma og meira.
Mánadagin duldi Hans Enoksen ikki fyri, at hann hevði vónir um samstarv við Siumut. Men í gjár var hann meira fáorðaður.
– Eg havi onga viðmerking, segði hann við miðlafólk eftir fundin.
Hann visti tá heldur ikki, um nýggi flokkur hansara Partii Naleraq fór at fáa enn eina innbjóðing til samráðingarfund.
Sambært Sermitsiaq AG eru aðrir floksformenn meira smí
– Vit hvødu ein góðan fund, og tosaðu víðari um tey viðurskiftini, sum vit umrøddu mánadagin. Vit hava eisini gjørt Siumut greitt, at vit er fús at samstarva við allar aðrar flokkara, segði Sara Olsvig, forkvinna í Inuit Ataqatigiit.
Grønlendsku landsstýrissamráðingarnar halda fram í dag.










