Upsin er ikki "out" á marknaðinum

- At stórir útlendskir fiskakeyparar í framtíðini fara at seta sum treyt fyri keypi, at vørurnar eru MSC-merktar, síggi eg sum ein stóran trupulleika. Eg eri ógvuliga betonkiligur við, at eitt nú Unilever vil hava ICES at siga gott fyri fiskavørunum, sum fyritøkan selir, sigur Olaf Olsen sum var við á stóra fundinum um upsamarknaðin

Upsafundur

Týsdagin skipaði Føroya Ráfiskakeyparafelag fyri stórum fundi um útlitini eru fyri upsamarknaðinum í nærmastu framtíð. Fundurin, sum var á Hotel Hafnia, byrjaði klokkan 10 og endaði við pallborðsorðaskifti langt út á seinnapartin. At siga sína hugsan um upsamarknaðin, hevði felagið fingið umboð fyri størstu keypararnar av upsa í eitt nú Týsklandi og Fraklandi, og somuleiðis vóru norðmenn við og søgdu frá sínum royndum á marknaðinum. Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, tosaði á fundinum um veiðitrýst og veiðiskipan og Olaf Olsen, sum hevur verið reiðari og útgerðarmaður í mong ár, legði fram søgulig tøl um upsaveiðina.

Upsin ikki "out"

Olaf Olsen heldur, at hetta var ein áhugaverdur fundur.
- Eitt av tí positiva, sum kom fram á fundinum, var, at upsin ikki er "out" á marknaðinum. Hetta skiltist bæði á umboðnum fyri Unilever í Týskandi og á umboðnum fyri fronsku fyritøkuna Davigel, sum Nestle eigur.
Olaf sigur, at hann var farin at stúra fyri, at upsin er vorðin minni áhugaverdur á marknaðinum, enn hann hevur verið.
- Men soleiðis er tað eftir øllum at døma ikki, sigur hann eftir at hava hoyrt umboðini fyri stóru týsku og fronsku keypararnar, sum siga seg fegin vilja hava upsa.
Hann heldur eisini, at tað, sum norðmenn høvdu at bera fram á fundinum, var áhugavert.
- Norðmenn eru nevniliga farnir at selja rættiliga stórar nøgdir av upsa til eitt nú Ruslands og Ukraina, og marknaður eystanfyri veksur sum heild skjótt ? eisini hvat viðvíkur upsa.

Ræðandi merking

Olaf Olsen sigur, at eitt, sum kom fram á fundinum, og sum ræðir hann rættiliga, eru úttalilsini hjá eitt nú umboðnum fyri Unilever um, at fyritøkan í framtíðini bara ætlar sær at keypa MSC-merktar fiskavørur og harvið eisini upsa.
- Henda merking merkir, at fiskurin, sum fyritøkan keypir, ikki er hóttur lívfrøðiliga, og her vil Unilever, at tað skal vera altjóða felagsskapurin, ICES, sum metir um, hvørt stovnurin er hóttur ella ikki.
Hetta sær Olaf Olsen sum ein velduga stóran trupulleika í framtíðini.
- Eg haldi tað ikki vera rætt at geva ICES eitt slíkt "status", tí hetta kemur at geva felagsskapinum eina ómetaliga stóra styrki, sum eg ikki haldi, at hesin ráðgevingarfelagsskapur eigur at hava.
Olaf sigur, at heldur ikki norðmenn eru fegnir um hesar ætlanir hjá útlendskum keyparum og ætla ikki í fyrsti syfti at seta slíka merking í gildi.

Dýr ráð?

- Høvdu vit sum fiskivinnutjóð havt fylgt tilmælunum hjá ICES út í æsir gjøgnum árini, hevði hetta havt kostað okkara samfelag ógvuliga dýrt, bæði á sjógvi og landi. Hetta hava vit so mong dømir um. Tí er tað ræðandi, um stórir útlendskir keyparar í framtíðini fara at seta okkum, sum at kalla liva av fiskivinnuni burtur av, slíkar treytir.
Olaf Olsen vísir á, at tað kemst ongantíð burtur úr náttúrligum sveiggjum í fiskiskapi.
- Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at verða, leggur hann dent á.
Hann sigur, at slíkar "bylgjur" sum hesar, har alt skal fylgjast upp út í æsir, eru væntandi í framtíðni.
- Og soleiðis verður tað, til fólk síggja, at soleiðis hingu tingini nú ikki saman kortini ? og so verður vent við aftur til okkurt annað, sum tá er uppi í tíðini, sigur Olaf Olsen at enda.