Upsi kann seljast betur

Teir møttust í túninum uttanfyri Sosialin í Saltangará í góðveðrinum týsdagin. Annar er formaður í Ráfiskaseljarafelagnum og arbeiðir saman við ráfiskakeyparum við at stovna eina altjóða uppboðssølu í Føroyum. Hin hevur granskað upsa og hevur sett sær sum sítt lívsmál, at vit skulu fáa meira fyri upsan. Hann er maskineftirlitsmaður og hevur fingið patent uppá eina nýggja maskinu, sum kann skera spiklagið omanav upsaflakinum, soleiðis at tað kann seljast í tveimum

Upsi og prísur

- Eg haldi, tað ræður um at seta nakað í gongd. Vit kunnu ikki bara ganga og grenja um lágan upsaprís, sigur Jørgin Bech, sum av tilvild kemur eftir gonguteiginum hendan dagin, meðan blaðmaðurin stendur í túninum og bíðar eftir, at Árni Joensen, formaður í Ráfiskaseljarafelagnum, skal koma fram við.
Skálamaðurin, ið hevur granskað upsa og framleiðslutól seinastu árini, heldur, at tað er ongantíð ov skjótt at fara undir royndir við daggomlum upsa, har spiklagið og tann hvíti parturin av upsaflakinum verða marknaðarførd hvørt fyri seg.
Umframt at vera maskineftirlitsmaður hjá reiðarínum, P/F Beta í Saltangará, hevur hann sjálvur eisini verið fiskimaður og veit tískil, hvat kann lata seg gera í praksis, og hvat ikki ber til.
Men Jørgin Bech hevur eisini verið aktivur, tá ið ræður um at finna fram til maskinútbúnað, sum kann loysa teir trupulleikar, ið eru við upsanum. Hann hevur fingið patent uppa eina maskinu, sum avtala er gjørd um skal framleiðast hjá felagnum, Carnetech í Danmark.

Myrka spiklagið

Hann hevur brúkt nógv tíð og nógva orku til tess at finna út av, hví so lítið fæst fyri upsa.
- Niðurstøðan hjá mær er, at tað er tann myrki og feiti vøddin, sum liggur ovast á upsaflakinum, ið ger, at fólk ikki vilja keypa upsa fyri sama prís sum eitt nú tosk. Við tað, at hesin vøddin tráðnar, tá ið hann liggur frystur leingi, gerst flakið ella portiónin, um flakið er skorið í slíkar, trátt og er nærmast ikki fólkaføði.
Hetta vísa kanningarnar hjá Jørgeni, og seinni hevur hann so eisini sæð norskar kanningar, sum siga tað sama.
- Orsøkin til, at eg fór undir mítt kanningararbeiði, var, at vit á arbeiðsplássinum sótu og tosaðu um, hví prísurin á upsa er so lágur. Tað var tískil lági upsaprísurin, sum gjørdi, at eg fór at royna at finna út av, hvat gerast kann. Skjótt sá eg, at tað brúna lagið í flakinum ? spiklagið - var trupulleikin. Hetta snøgt sagt oyðilegði fiskin.
Jørgin byrjaði at skera, fresa, frysta, kóka og steikja.
- Tað vísti seg, at tá ið tað brúna lagið var skorið burtur, var parturin, ið eftir var av upsaflakinum, minst líka so góður og hvítur ? ja, kanska hvítari ? enn toska-og hýsuflak, sigur hann.

Góður í ráðum

Meðan vit standa á práta á gonguteiginum í Saltangará, kemur Árni Joensen framvið.
Áhugavert er at fylgja prátinum millum teir báðar, og teir eru ikki ósamdir um, at meira kann gerast fyri at fáa betri prís fyri upsan, sum er ein so týðandi partur av veiðini hjá okkara fiskiflota.
Árni, sum í løtuni er mest upptikin av at fáa okkara politikarar at taka av tær bindingar, sum eru á sølu og keypi á fiski í Føroyum, hevur tó eina holla vitan um fiskaframleiðslu.
Jørgin vísir á, at ein trupulleiki við upsaflakinum, tá ið spiklagið er skorið burtur, er, at tað kanska hevur lyndi at hanga verri saman. Men hetta heldur Árni ikki vera nakran trupulleika, tí tað avgerandi er, hvussu fiskurin verður viðfarin og køldur.
Báðir eru teir samdir um, at tann hvíti parturin av flakinum er minst líka so góður sum toskaflakið - um ikki betur, og tekniskt er einki til hindurs fyri, at upsaflak verður selt sum tvær vørur.
Meðan vit práta, sigur Jørgin, at hann eitt nú hevur verið hjá kokkum á matstovum og knettaframleiðara sum hava gjørt døgurða og fiskavørur burtur tí hvíta partinum av upsaflakinum.
Hann ætlar sær at halda fram við sínum royndum, tí sum hann sigur, so er nógv hjá skipum, manningum og samfelagnum øllum at heinta, um prísurin á upsa fæst uppá eitt hægri støði.
- Eg vóni, at teir, sum fáast við upsa á virkjunum kring landið, hava hesar møguleikar í huganum og taka henda táttin upp, sigur Jørgin Bech.