Í kvøld verður seinna hálvfinalan millum Víking og Skála. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 1-1. Liðtíðindini undan dystinum siga, at Víkingur verður undan Atla Gregersen, ið hevur leikbann. Fyri Skála er Jákup Jakobsen ivasamur.
Brot úr upptaktini í Sosialinum 22. mai 2019
Her eru brot úr tippingini hjá Jákupi Ósá, Bolt.fo og Norðlýsinum:
Hetta er eisini ein sera áhugaverdur dystur. Hetta er uppreisnin hjá Víkingi í mun til 2018, sum kann vera veruleiki. Ella kann Skála vinna seg í sín størsta dyst í søguni hjá felagnum, og veruliga staðfesta sína framgongd í føroyskum fótbólti?
Víkingur hevur alla søguna í sínum parti. Eitt er, at Víkingur sum felag ongantíð hevur tapt móti Skála. Nakað annað er steypasiðvenjan, har Víkingur er mest vinnandi felagið í steypakappingini hesa øldina.
Harafturat er so formtalvan, har Víkingur hevur fýra sigrar og ein javnleik, meðan Skála bara hevur vunnið ein dyst av síðstu seks, og tapt fýra dystir.
Víkingur favorittur hjá nærum øllum í hesum dystinum. Og tað av røttum vegna áðurnevndu orsøkir. Men hetta kann vera ein fyrimunur hjá Skála, sum spælir undir minni trýsti. Verður Jákup Jakobsen við, so síggi eg fyri mær, at hetta verður ein spennandi dystur, tí Skála liggur inni við einum høgum støði, um liðið fer at vísa seg frá síni góðu síðu sum vit eitt nú sóu í fyrru hálvfinaluni.
Tipping: 3-2
Her eru brot úr tippingini hjá Sosialinum:
Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 1-1. Hetta kom ikki so óvart á, tí tað er lítil munur á hesum báðum liðunum, og talan var um fyrru hálvfinaluna.
Hetta er ein endurtøka av hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið frá 2016. Hetta er ikki ein nýggja støða hjá Víkingi, sum er fimmfaldur steypavinnari. Øll steypini komu í hús frá 2009 til 2015. Fyri Skála er hetta meiri ókent umhvørvi. Skála hevur ongantíð vunnið Løgmanssteypið og heldur ikki verið í finaluni, men tað hevur fyrr verið nær við.
Skála var í hálvfinalunum í bæði 2006 og 2007, umframt í 2016. Ongantíð hevur tað eydnast at vunnið seg í finaluna, men nú fáa teir møguleikan aftur.
Víkingur er uttan Atla Gregersen, sum fekk tveir dystir leikbann, eftir at hann fekk sítt seinna gula kort eftir dystarenda í landskappingini móti EB/Streymi. Gestirnir av Skála vóna, at skaðin hjá Jákupi Jakobsen ikki er álvarsamur. Hann fór út fríggjakvøldið móti B36, sum vann 2-1. Her sást væl í 2-1 málinum hjá B36, at Skála er ikki tað sama, tá Jákup Jakobsen ella Fróði Benjaminsen ikki eru við. Hartil eru Søren B. Nielsen og Edvin Jakobsen úti. Søren B. Nielsen hevur verið nær við at verða klárur, so kanska er ein møguleiki, at hann verður lappaður saman til dystin.
Her talar søgan og gongdin seinastu dystirnar fyri Víkingi.
Sosialurin tippar: 3-2