Upptakt: Tottenham – Liverpool

Champions League finalan: Bæði liðini hava lyklaspælarar tøkar

Í kvøld klokkan 20 verður Champions League finalan millum Tottenham og Liverpool. Hetta er fyrstu ferð síðani 2008, at tvey ensk feløg eru í finaluni. Hesa ferð verður finalan spæld á Metropolitan leikvøllinum í Madrid.

Felags fyri venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp. og venjarin hjá Tottenham, Mauricio Pochettino, hava vunnið eitt steyp við sínum felagi. Hetta er triðju ferð, at Jurgen Klopp er í Champions League finaluni, meðan hetta er fyrstu ferð, at Mauricio Pochettino er í finaluni.

##med2##

Fyri Tottenham eru stóru tíðindini, at Harry Kane er klárur eftir skaða. Hann hevur ikki spælt síðani 9. apíl. Stóri spurningurin er so, um hann skal byrja inni ella ikki.

 ##med3##

Fyri Liverpool er Naby Keita skaddur, meðan  Jurgen Klopp hevur boðað frá, at Roberto Firmino er tøkur aftur. Hann hevur drigist við ein vøddatrupulleika seinastu tíðina. Veddingarfyritøkurnar hava Liverpool sum favoritt.

 

Champions League finalan:

Tottenham – Liverpool (20.00)

 

Tottenham (Møgulig uppstilling)

—– Lloris —–

—- Trippier —- Alderweireld —- Vertonghen —- Rose —-

—– Winks —- Sissoko —–

—- Eriksen —- Alli —- Son —-

—– Kane —–

Liverpool (Møgulig uppstilling)

—– Alisson —–

—- Alexander-Arnold —- Gomez —- Van Dijk —- Robertson —-

—– Henderson —- Fabinho —- Wijnaldum —–

—- Salah —- Firmino —- Mane —-