Upptøkur skulu kannast

Amerikanski løgmálaráðharrin, Michael Mukasey, gav í gjár embætisverkinum í løgmálaráðnum boð um at kanna sjónbandaupptøkurnar, sum vísa, hvussu CIA hevur avhoyrt menn, ið hava verið undir illgruna fyri at hava samband við al-Qaeda. Blaðið New York Times skrivaði herfyri, at upptøkurnar avdúka, at agentarnir hjá CIA fóru harðliga fram undir avhoyringunum. Tað hevur CIA avsannað, men kortini hevur løgmálaráðharrin gjørt av, at upptøkurnar skulu kannast.