The Independent skrivar í dag, at Cadbury hevur váttað, at tey hava gjørt broytingar í framleiðsluni av creme-eggunum hjá fyritøkuni.
Broytingin er, at ein standard kakao-blanding verður nýtt til skalið á eggunum heldur enn Dairy Milk sjokolátan, sum altíð hevur verið partur av framleiðsluni.
- Vit hava havt smakkiroyndir, og úrslitið av hesum er, at hetta er besta sjokolátan til creme-eggini, sigur ein talsmaður hjá framleiðaranum.