Kaj Leo Johannesen, løgmaður, boðar frá, at verandi uppskot um stjórnarskipan fellur burtur á ólavsøku.
Tað sigur hann eftir, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sent honum bræv, har tað verður skrivað, at stjórnarskipanaruppskotið er í stríð við donsku grundlógina.
- Landsstýrið fer beint eftir ólavssøku saman við samstarvsflokkunum at viðgera, hvussu víðari skal farast fram í hesum máli. Landsstýrið fer ikki at leggja fram uppskot, sum ikki virðir ríkisfelagsskapin, men fer heldur at arbeiða fyri at styrkja um samstarvið í ríkisfelagsskapinum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.










