Uppskot um neyðugt Fountainhús í Føroyum

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg, trivnaðarnevndarlimir, Tjóðveldi
----

Stórur tørvur er á virknis- og endurvenjingartilboði fyri sálarsjúk. Eldsálir hava gjørt eitt ógvuliga dygdargott fyrireikandi arbeiði til eitt sonevnt Fountainhús, ella klubbhús. Aðrar eldsálir hava savnað nógvan pening í Fountain House Føroyar grunnin, sum er stovnaður til minnis um Rasmus Rasmussen, sála. Tað einasta sum nú væntar í, er at politikararnir trýsta á grøna knøttin fyri eini játtan, sum ger tað møguligt at seta hesa ómetaliga góðu verkætlan í gongd. Nú - beinanvegin.
Tí leggur Tjóðveldi hevur tí latið Løgtinginum eitt uppskot, um at landið tekur ábyrgdina av at stovnseta eitt føroyskt Fountainhús, og at játta neyðuga peningin alt fyri eitt.
Fountainhúsið skal vera eitt virknistilboð, har fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar trupulleikar, fáa ein arbeiðsskipaðan gerandisdag. Eitt Foutainhús, gevur góðar møguleikar hjá sálarsjúkum at fóta sær aftur í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum, og fyribyrgir at fólk ferð eftir ferð verða innløgd á sálarsjúkrahús, tí samfelagið ikki er til reiðar at lofta teimum. Skipanin virkar væl í fleiri londum.
Í dag er støðan soleiðis, at tann endurmennandi og sosialpsykiatriski parturin av psykiatriini í stóran mun manglar. Fólk við sálarsjúku hava sera fá tilboð aftaná útskriving av sjúkrahúsi, og økispsykiatriin er ikki útbygd til at fevna um alt landið enn. Ein stórur trupulleiki hjá hesum málbólki er at fáa ein skipaðan innihaldsríkan gerandisdag, júst tí at alt ov fá dagtilboð, í fleiri økjum í landinum, eru als ongi dagtilboð. Støðan viðførir ofta sosiala isolasjón og vónloysi, soleiðis at tað verður trupul at fáa dagin- og lívið sjálvt at hanga saman.
Við lógini umarbeiðsfremjandi tiltøk hevur Løgtingið samtykt at virka fyri, at pláss skal vera fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum, og at størri dentur skal leggjast á endurmenning og virknisvenjing, soleiðis at fólk fáa bæði endurvant, og ment nýggjar førleikar, sum eru neyðugir fyri at koma aftur á arbeiðsmarknaðin. Aðalmálið við Fountainhús-verkætlanini hóskar sum fótur í hosu til hetta endamál.
Við at fáa skipaði tilboð til sálarsjúk, sum eitt Fountainhús kann bjóða, kunnu fólk fáa eitt virkið lív í menning, og koma úr tí vónloysi, sum sálarsjúka ofta hevur við sær. Soleiðis kunnu fólk aftur gerast ein virkin og gevandi partur av samfelagnum.
Hóast nógv er broytt til tað betra, so er tað framvegis sera stigmatiserandi at vera, ella hava verið sálarsjúkur. Tað er lætt at isolera seg, og detta niðurímillum, tí møguleikarnir fyri spakuliga at byggja sínar førleikar uppaftur, og megna ein vanligan gerandisdag, eru so avmarkaðir.
Fakpersónar, við royndum og innliti í sálarsjúku og viðgerðartørv, hava fyrireikað verkætlanina um Fountainhúsið. Húsið skal vera opið allar yrkadagar, vanliga arbeiðstíð, og verða tað eini 50 fólk, sum kunnu verða knýtt at húsinum og fáa gleði av tilboðnum.
Talan kann vera um fólk, sum hava angist, eru tunglynt, hava persónleikaórógv, skizofreni ella aðra sjúku, sum darvar tey. Í Fountainhúsinum skulu starvast fólk við fakligari bakgrund, og sum eru serkøn í at stuðla fólki við serligum sálarligum avbjóðingum.
Vit síggja fyri okkum, at tá tað fyrsta Fountainhúsið er farið at virka í høvuðsstaðnum, skulu ætlanir leggjast fyri at skipa líknandi virknishús aðrastaðni í landinum.
Vinn-vinn støða
Fountainhúsið kemur at kosta 2,5-2,7 milliónir kr um árið at reka. Undir Almannaráðnum eru settar av 200 000 kr á einari stuðulskontu, har felagsskapir kunnu søkja um pengar til endamálið. Hetta er minni enn ein tíggjundapart av tí tað kostar! Og er tí hvørki nær ella í námind av at kunna seta hetta neyðuga tilboð til sálarsjúk í verk. Vit halda, at eingin ivi kann vera um, at hetta er ein uppgáva fyri føroyska heilsuverkið - á sama hátt, sum endurmenning av fólki við somatiskum/fysiskum sjúkum er tað.
Peningurin í Fountain House Føroyar grunninum, koma væl við, og kunnu tryggja part av arbeiðinum. Men ein føst veiting úr landskassanum má vera støðuga fíggjarliga grundarlagið undir Fountainhús skipanini. Samstarv kann eisini gerast við kommunur, sum kunnu lata hølir og annan stuðul til verkætlanirnar.
Fountainhúsið verður ein liður í at fyribyrgja, at fólk aftur og aftur verða innløgd. Í longdini kann verkætlanin tí koma at spara landinum pengar, heldur enn vera ein útreiðsla. Hvør dagur við innlegging kostar umleið 3400 kr, og hetta merkir, at fyri at hava fýra sjúklingar innlagdar í seks mánaðir kostar tað 2,5 mio kr. Hetta vísir, at íløgan í Fountain-hús skjótt kunnu verða spardir innaftur, gerast innleggingarnar færri.
Her er einki at drála við. Eldsálirnar hava gjørt alt forarbeiðið. Nú mugu politikararnir gera sítt. Øll tey fólkavaldu fáa nú høvið at trýsta á grøna knøttin.