Bólkurin var stórur, sum skuldi gera eina menningarætlan fyri heilsuerkið, men evstamark fyri at leggja álit fram, var kortini hildið.
Fyrrapartin legði verkætlanarleiðarin, Sveinn Magnusson, álitið frram fyri almenninginum.
Arbeiðssetningurin var at gera eina ætlan, sum tekur støði í, at vit hava trý sjúkrahús í Føroyum.
Uppgávan var esini at finna fram til, hvat skal gerast í Føroyum - og hvør skal gera hvat. Eisini skal gerast ein ætlan fyri at nóg mikið av starvsfólki við neyðugum førleikum virka í verkinum. Samskipan og tvørgangandi samstarv er eisini ein av stóru uppgávunum, sum skal loysast.
Sveinn Magnusson, verkætlanarleiðari, segði,a t so nógva ruppgávur sum til ber skulu loysast í Føroyum, men nevndi at heilakirugi, hjartakirugi og thoraxkirugi tó má gerast uttanfyri Føroyar.
Alt akutt eigur at vera á Landssjúkrahúsinum eins og flestu serlæknarnir eiga at vera har eisini.
Meira einfaldar skurðviðgerðir, sum kunnu planleggjast skulu gerast í Klaksvík og á Tvøroyri. Í fakmáli verður hetta kallað sama-dag-kirurgi.
Bólkurin mælir til,a t akutta tilbúgving í Klaksvík eigur at dagførast, tá ið Eysturoyar-tunnilin er liðugur, men framvegis skal akutt tilbúgving veraá Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Endurvenjing skal uppstigast og prehospitala viðgerðin - altso tað sum er kommunulæknar og heimasjúkrasystrar, skal styrkjast.
Bólkurin mælir til, at fimm milljónir krónur verða avsettar komandi fýra árini til at uppstiga serløknaøkið.
Eisini mælir bólkurin til,a t ein læknaútbúgving verður set á stovn á Fróðskaparsetrinum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna tók ímóti álitinum.