Góði Heðin Zachariassen,
Tað kennist óveruligt at eygleiða støðugu fløkjuna í útlendingamálum, sum er skapt av vantandi politiskari kós og avgerðum. Tí verður hervið, sum fráboðað í tinginum undir einum munnligum fyrispurningi, sent tær eitt uppskot til ítøkiliga loysn á útlendingamálum.
Samráðingarnar lidnar í 2003
Sum tú veitst, vóru samráðingarnar millum danskar myndugleikar og landsstýrið um at taka útlendingamál undir føroyskt ræði lidnar í desember 2003, og ein drúgv lýsing og frágreiðing skrivað. Men eftir løgtingsvalið í januar 2004, var ikki semja í landsstýrissamgonguni um at fremja málið.
Í 2006 legði Tjóðveldið so løgtingslóg fyri tingið um at taka lóggávuna og umsitingina undir føroyskt ræði og ábyrgd. Hetta uppskot varð bygt á drúgva álitið um málið – og útreiðslurnar vórðu (høgt) mettar til uml. 5 mió. kr. um árið.
Undir viðgerðini á tingi kom fram, at í minsta lagi ¾ av øllum tinginum tekur undir við hesi loysn, men at ein minniluti í samgonguni blokerar málið. Og málið varð felt.
Hetta kann ikki halda fram, nú samfelagsligu avleiðingarnar eru so sjónskar av vantandi avgerðunum. Og tær neyðloysnir, ið nú verða royndar ístaðin, eru eftir mínum tykki als ikki væl umhugsaðar og kunnu gera tað ógjørligt at rætta mistøk og taka ábyrgdina sjálv í Føroyum.
Ætlanirnar nú taka drúgva tíð og loysa onki mál
Tann umtalaða “lógin”, sum landsstýrið hevur arbeitt við, og sum nú verður tosað um sum eina loysn, er ein donsk fólkatingslóg, sum leggur allar avgerðir, alla málsviðgerð og alt eftirlit til danska Útlendingastýrið. Hon setur ES-reglur í verk fyri Føroyar, uttan at vit fáa somu sømdir mótvegis ES. Og hon ger stóran mun á fólki, umframt at hon onga trygd gevur fyri hvørki arbeiðsmarknaði ella rættartrygd hjá umsøkjarum.
Hon loysir í sjálvum sær ongar trupulleikar og fer at taka fleiri mánaðir at fremja. Løgtingið kann við henni bert samtykkja eina áheitan á danskar myndugleikar um at broyta teirra lóggávu fyri Føroyar. Og verður hon síðani samtykt á Fólkatingi og framd, hava vit onga ábyrgd og onki ræði á, hvør kemur inn og fer út úr landinum.
Við at taka egna ábyrgd av øllum málinum kunnu vit nógv skjótari og tryggari fremja tær broytingar og betringar í bæði málsviðgerð, rættartrygd og eftirliti, sum allir partar eftirlýsa.
Tað er bæði skjótari, rættartryggari og greiðari, at taka málið á føroyskar hendur beinanvegin og so at gera nakrar neyðugar tillagingar í lóggávuni. Hesar tillagingar fara samtundis at krevja ein veruligan samansjóðingarpolitikk av okkum.
Verandi lógarreglur ikki trupulleikin
Trupulleikin viðvíkjandi arbeiðsmegini er ikki júst lógarreglurnar, men umsitingin, málsgongdin og vantanti ábyrgdin.
Kravið í núverandi lóg fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi er, at tú skalt hava:
váttan frá arbeiðsgevara, um at tú hevur arbeiði (og arbeiðsgevarin stendur til ábyrgd fyri at tú uppfyllur krøv, hevur sáttmála eftir galdandi reglum, rindar skatt o.s.fr.),
váttan um, at tú hevur bústað,
váttan fyri, at tú kanst forsyrgja tær sjálvum/sjálvari,
váttan fyri, at tú ikki hevur nakra sak í brotsmálum,
og tað skal staðfestast, at tørvur er á arbeiðsmegi í teirri vinnugrein, ið tú søkir um arbeiði til.
(Hesi krøv eru altso til tey, sum søkja arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum – og skulu ikki blandast við krøv til flóttafólk, sum hava brúk fyri hjálp. Vit hava ikki havt flóttafólk í Føroyum og hesi viðurskifti eru heilt annað mál, ið verður regulerað í altjóða sáttmálum).
Fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður loyvið givið fyri eitt ár í senn – og síðani kann søkjast um varðandi uppihaldsloyvi, tá 5 ár eru liðin.
Hetta eru einføld og rímilga skilagóð krøv, sum væl ber til at fyrisita og umsita rættartrygt.
Høvuðstrupulleikin er í málsgongd og ógreiðari ábyrgd
Trupulleikin hevur ligið í eini frumskógarkendari fyrisiting, har danskir myndugleikar taka avgerðirnar eftir tilmælum úr landsstýrinum og gjøgnum samskifti við donsku løgregluna í Føroyum. Ongin tykist hava yvirskipaðu ábyrgdina og allir partar hava stórar trupulleikar av fløktu mannagongdini.
Hetta hevur elvt til, at fólk hava bíðið í mánaðir og upp í ár eftir svari. Eisini hóast øll viðurskifti eru í lagi. Onkuntíð kann onkur smávegis upplýsingur resta í ella detta niðurímillum og øll tykjast bíða eftir hvørjum øðrum.
Tildømis skal eisini søkjast av nýggjum, um útlendingur skal skifta arbeiðsgevara. Enntá hava vit fleiri dømi um, at eitt virki hevur skift eigarar, og tá skal eisini søkjast og bíðast í fleiri mánaðir, meðan útlendingurin ikki sleppur at arbeiða, hóast tørvur er á tí.
Ógreiða ábyrgdarbýtið og fløkta málsgongdin ger eisini, at ongin hevur ábyrgdina av at upplýsa og kunna útlendingar í Føroyum um teirra rættindi og skyldur.
Kunnu loysa málið sjálv
Við eini føroyskari umsiting, sum arbeiðir skjótt og væl, ber til at loysa hendan trupulleikan. Málsgongdin verður stytt beinanvegin og til ber at hava skráseting og eftirlit á einum stað, so vit støðugt hava dagførd yvirlit á støðuni.
Við at hava ábyrgdina sjálvi, kunnu vit skipa kunning, upplýsing og tilboð til útlendingar, ið fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í samstarvi við tær kommunur, har fólkini hava bústað og arbeiða ella lesa.
Við at hava ábyrgdina og eftirlitið hjá føroyskum myndugleikum, fáa vit eisini møguleikan at greiða tørvin á skúlatilboðum, dagsstovnum, mentanar- og trivnaðartilboðum, ið útlendingar, sum eru í longri tíðarskeið, hava tørv á.
Lógarbroytingar, ið skulu fremjast
Tørvur er sjálvsagt eisini á at gera nakrar neyðugar tillagingar í lógini beinanvegin og at seta okkum munandi dyggari krøv viðvíkjandi samansjóðing (integrasjón) hjá útlendsku arbeiðsmegini.
Í stuttum er neyðugt í útlendingalógini at skilja ímillum tveir ymiskar bólkar av útlendingum, ið kunnu fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum:
Útlendingar, ið koma til Føroya at loysa ávísar tíðaravmarkaðar arbeiðsuppgávur, og sum ikki í útgangsstøðinum ætla sær at seta búgv í Føroyum í longri tíðarskeið:
Her kunnu vit víðka ta sonevndu “montør-regluna” í galdandi lóg og geva møguleika fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi í tildømis 1-6 mánaðar eftir staðfestum og váttaðum tørvi.
Vit hava fordømi við teirri skipan, ið avtalað varð, tá oljuleitingarnar byrjaðu, og bólkar av arbeiðsfólki fingu loyvi, har arbeiðsgevarin tryggjaði mótvegis myndugleikum og løgreglu, at allar upplýsingar vóru rættar og krøvini uppfylt.
Og vit hava gjørt umsitingarligar avtalur um smidligar skipanir fyri læknar, ítróttarfólk, granskarar og tílíkt, ið arbeiða her í styttri og skiftandi tíðarskeið.
Útlendingar, ið koma til Føroya og seta búgv í longri tíðarskeið og møguliga vilja søkja um varandi uppihaldsloyvi:
Her krevjast atlit til familjur og familjusamanføringsreglur.
Her ræður um at hava upplýsing og kunning um rættindi og skyldur.
Her krevjast tilboð um undirvísing og onnur skeið í samstarvi við kommunurnar.
Og her liggur ábyrgdin hjá okkum fyri samansjóðingarátøkum.
Óheft málsviðgerð og kærumøguleikar
Málsviðgerðin og fyrisitingin eigur at skipast í eina sjálvstøðuga fyrisiting (direktorat), leyst frá landsstýrismanni. Kærunevnd eigur at skipast undir Føroya Kærustovni.
Tað er sjálvsagt krav, at útlendingar verða settir eftir føroyskum sáttmálum, og at útlendingar, ið ætla at vera longri tíðarskeið í Føroyum, eiga rættindi og skyldur í føroyska samfelagnum á jøvnum føti við tildømis norðurlendskar ríkisborgarar í Føroyum.
Samanumtikið:
Við at taka ábyrgdina av málinum á føroyskar hendur, fáa vit bæði eina skjótari og rættartryggari loysn, umframt greiðar reglur, ábyrgd og eftirlit.
Og vit kunnu fáa eina loysn, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka undir við og styðja – og kunnu hava ávirkan á sum feløg og hoyringaspartar (tað verður ikki møguligt, um alt verður flutt til danskar myndugleikar).
Vit kunnu gera avtalu við ES á sáttmálastøði – har sáttmálapartarnir sjálvsagt hava somu rættindi fyri sínar borgarar.
Vit hava tá sjálv eftirlitið og ábyrgdina og kunnu gera broytingar og tillagingar.
Hin loysnin, sum landsstýrið arbeiðir við, leggur allar avgerðir, skráseting, ábyrgd og eftirlit til danskar myndugleikar – og leggur harvið ongar møguleikar og skyldur til okkara at skipa neyðug tilboð, kunning, upplýsing ella integrasjónspolitikk.
Harfturat leggur uppskotið hjá landsstýrinum upp til, at danskir myndugleikar skulu seta ES-sáttmála í verk fyri Føroyar, ið ikki gevur føroyingum somu rættindi í ES, sum ætlanin er at geva ES-borgarum her.
Og tað er eins skjótt at seta føroysku loysnina í verk, sum at royna at fremja hina drúgvu tilgongdina.