Mentamálaráðið hevur í dag lagt nýggja uppskotið til lóg um val í fólkakirkjuni ?Uppskot til løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn? til almenna hoyring.
Mentamálaráðið hevur í dag lagt nýggja uppskotið til lóg um val í fólkakirkjuni ?Uppskot til løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn? til almenna hoyring á heimasíðuni HYPERLINK ?http://www.mmr.fo?www.mmr.fo
Lógaruppskotið er at finna undir ?Hoyringar, Sig tína hugsan? í høgra bredda á forsíðuni á heimasíðuni.
Øll eru vælkomin at gera viðmerkingar til uppskotið beinleiðis á heimasíðuni, ella við at venda sær til Mentamálaráðið.
Til ber eisini at fáa lógina við posti, við at venda sær til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 35 50 50
Faks +298 35 50 55
mmr@mmr.fo
Kirkjuráðsval verður í heyst, so neyðugt er, at reglurnar eru greiðar áðrenn ólavsøku. Hoyringarfreistin er tí sera stutt, longu fríggjadagin tann 20. mars 2009 stendur í tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum.