Uppskot til broytan av § 1 í føroysku skattalógini

Ein føroysk familja, ið flytur uttanlands at búgva í 4 ár, har skatturin er lægri enn tann føroyski, skal tibakarvirkandi skattast í føroyum av síni inntøku uttanlands, um hon flytur heim aftur til føroyar 4 ár seinni.
Skattalógin sigur :

§ 1. Fulla skattskyldu hevur:
1) Hvør persónur, ið hevur bústað í Føroyum.
2) 1) 2) 25) Hvør persónur, sum innan 4 tey seinastu árini hevur havt bústað her í landinum, uttan so at hann prógvar, at hann er undir skyldu at gjalda inntøkuskatt uttanlands. Tað er tó ein treyt, at skattingin ikki fer fram eftir reglum, sum eru eyðsýnt lagaligari enn skattareglurnar í Føroyum. Landsstýrismaðurin í skattamálum avger, um inntøkuskattingin uttanlands má metast sum eyðsýnt lagaligari enn eftir skattareglunum í Føroyum. Avgerðin, um skattingin uttanlands eyðsýnt kann metast sum lagaligari enn eftir skattareglunum í Føroyum, verður tikin út frá eini heildarmetan. Eisini hevur tað týdning fyri metingina, um ein verulig inntøkuskatting fer fram, um inntøkuskattingin sum meginregla fevnir um allar inntøkur, uttan mun til hvaðani tær stava, og um inntøkuskattingin fer fram eftir reglunum galdandi fyri persónar búsitandi har.
Fylgirnar av hesu paragraf eru :

Ein føroyska familja ið flytur til eitt land har skattaprocentið er 20 %, og flytur heim aftur til føroyar 4 ár seinni, fær 30 % føroyskan tilbakarvirkandi 4 ár aftur í tíðina fyri tey árini tey vóru uttanlands.

Henda paragraf í skattalógini hindrar føroyingum at flyta til onnur lond at búgva, har skatta prosentið er lægri enn í føroyum. Lønarlagið ið einum landi er altíð tengt til skattatrýstið í landinum. Hetta er eitt stavnsband.
Ta er einki annað land ið bindur sínar íbúgvar frá at gerast alheimsborgarir sum Føroyar.

Broytið tí § 1. í skattalógini soleiðis.

§ 1. Fulla skattskyldu hevur:
1) Hvør persónur, ið hevur bústað í Føroyum.
2) Kapital inntøkur frá føroyskum virkjum og rentur skattast í føroyum.
3. Føroingur ið býr uttanlands og skattast har og hevur familjuna í føroyum skattast
har han býr

Viðmerkingar.
Ein føroyingur skattast har hann býr. Um dupultskatta avtala er gjørd millum føroyar og viðkomandi land er dupultskatta avtalan galdandi.

Niðurstøða:
Um ein ynskir at arbeið í altjóða umhvørvi skal man ikki búseta seg í Føroyum.
Visión 2015 er deyadømd um ikki føroyingar á landi ikki fáa somu treytir at arbeiða í altjóða umhvørvi sum onnur.