Uppritið møguliga kunngjørt týsdagin

Á fundinum hjá Uttanlandsnevndini týsdagin verður endaliga avgjørt, um uppritið til samráðingarnar við donsku stjórnina verður almannakunngjørt

John Johannessen


Løgmaður og Høgni Hoydal eru báðir samdir um, at uppritið til samráðingarnar við donsku stjórnina kann almannakunngerast nær tað skal vera. Men teir vísa á, at uttanlandsnevndin eigur endaligu avgerina.

Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, at hann fer onga avgerð at taka, uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndina. Hon hevur fund týsmorgunin, og er tá semja um at lata almenninginum uppritið, sum á brævbjálvanum, á permuni og á øllum teimum 29 síðunum er stemplað í trúnaði, ger Hergeir Nielsen hetta fegin.


Latið tinglimum

Á seinasta fundinum í uttanlandsnevndini, ið var mikudagin, var gjørt av, at uppritið skal latast øllum tinglimum - men skuldi tað sjálvsagt latast í trúnaði.

Hetta kemur væl við hjá tingfólki, sum síðani uppritið varð latið uttanlandsnevndini hava funnist at, at lagna Føroya verður hildin loynilig fyri teimum.

Sum skilst verður uppritið í løtuni margfaldað, og kunnu politikarar vænta sær at fáa tað handað hvørja løtu.


Kann vera til skaða

Hergeir Nielsen sigur so mikið nógv longu vera likið út um innihaldið í uppritinum, at tað kann vera til skaða, verður tað ikki almannakunngjørt. Vandi er nevniliga fyri, at vit bert fáa at vita negativar gitingar úr uppritinum, verður tað framhaldandi hildið loyniligt.

Hinvegin sær hann eisini ein vanda í, at uppritið verður almannakunngjørt. Tí tá er vandi fyri, at politiska kjakið um málið fer at fara fram uttan um uttanlandsnevndina, og er hetta, sambært honum, ikki gott fyri viðgerðina.

Løgmaður er samdur við fyrra sjónarmiðnum hjá formanni uttanlandsnevndarinnar. Hann heldur tað vera skilagott at lata uppritið út til almenningin, tá fjølmiðlarnir kortini longu hava fingið hendur á tað. Verður hetta ikki gjørt, sær hann vanda fyri, at tað í staðin bert fara at koma negativar gitingar út um ritið

Anfinn Kallsberg sigur orsøkina til, at ritið varð handað uttanlandsnevndini í trúnaði vera, at landsstýrið ynskti at halda seg til vanligar mannagongdir viðvíkjandi slíkum málum.

? Vit hava einki ímóti, at uppritið verður viðgjørt opið, sigur løgmaður.