Teir seinastu dagarnar hava uppreistrarmenninir í Libya tikið seg fram, og teir eru nú farnir at nærkast høvuðsstaðnum Tripoli, sum verður mettur at vera tann seinasti veruligi skansin hjá Muammar Gaddafi og stýri hansara.
-Kríggið fær skjótt ein enda. Eg vænti, at okkara deildir fara skjótt
at taka seg ígjøgnum verjugarðin við Tripoli, sigur uppreistraryvirmaðurin Khalifa Haftar við tíðindastovuna Reuters.
Tíðindafólk hjá CNN og Sky News, sum eru í Libya, siga, at uppreistrarmenninir hava tikið fleiri bygdir, síðani teir róku hermenninar hjá Gaddafi úr býnum Misrata. Næsta mál er býurin Gharyan, sum er 80 kilometrar frá høvuðsstaðnum.