Vestmanna Tourist Centre hevur í eina tíð arbeitt við at byggja eitt søgusavn við millum annað ?veruligum? fólkum úr søgu okkara. Arbeiðið er nú komið so mikið langt, at seinasta hond verður løgd á verkið.
Á søgusavninum fara tey vitjandi at kunna møta eitt nú Sigmundi Brestirsson, Anniku í Dímun, Tróndi í Gøtu, Húsfrúnni í Húsavík og nógvum øðrum fólkum.
Tað er íslendingar, sum hava gjørt sjálvar persónsfigurnarnar. Teir eru í Føroyum í hesum døgum og seta alt upp.
Føroyingarnir, sum hava bygt sjálva pallmyndina, eru Pól Skarðenni, Edvard Fuglø og Herleif Hammer.