Upplivdu kvettroynd á royndartúri

Miðskeiðis á sumri í 2016 upplivdi føroyskur skipari, at kvettroynd varð framd í Turkalandi, júst meðan teir vóru á royndartúri við Svend C.

Tá grønlendski rækju-og uppsjóvartrolarin Svend C var í Føroyum eftir útgerð í januar mánaði í 2017, var In.fo umborð ein túr, har vit hittu skiparan, sum tá var á brúnni, Jørgen Jørgensen.

 

Hann segði, at tað var rættiliga órógvandi, tá teir vóru royndartúr við Svend C, sum er bygdur í Turkalandi. Júst, meðan teir vóru úti og royndu skipið, varð kvettroynd framd í Turkalandi.

 

Hetta hendi miðskeiðis í juli mánaði í 2016, og fleiri fólk lótu lív í knettroyndini. Turkiski forsætisráðharrin, Binali Yildirim, segði tá, at Turkaland vil varðveita fólkaræðið og ætlaði ikki at lata kvettroyndina eydnast.

 

Turkiski forsetin, Erdogan, segði, at talan var um ein lítlan hernaðarbólk, sum stóð aftan fyri miseydnaðu kvettroyndina.

 

Mitt í øllum hesum rokanum - og í allari óvissuni, sum var hesa náttina - var føroyski skiparin á Svend C, tá 55 ára gamli, Jørgen Jørgensen.

 

- Umborð vóru eisini nakrir turkar, og tað kom røringur í, tí menninir vistu ikki, hvussu vorðið var í heimlandinum, segði skiparin við In.fo.

 

Hann segði, at hesin royndartúrurin við Svend C gjørdist rættiliga serstakur, og eingin visti við vissu, hvat fór at henda í landi. Tá teir skuldu inn aftur í turkiska havn, sluppu teir ikki til bryggju, tí havnirnar vóru stongdar.

 

- Vit máttu tískil bíða í umleið eitt samdøgur, áðrenn vit sluppu til bryggju aftur. Meðan vit vóru úti, vistu vit ikki, um vit vóru keyptir ella seldir. Skipið er bygt beint við Istambul, og her var ein øgiligur levind og gangur, tá vit komu aftur til lands.

 

Jørgen Jørgensen segði, at turkiska stjórnin hevði heitt á fólk um at fara út á gøtuna at mótmæla uppreistrinum, og her vóru stórir hátalarar ymsastaðni, har fólk hildu talur.

 

- Her var eingin friður á fólki, men heldur róp og gangur víða um. Hetta var ikki serliga behagiligt, ásannaði Jørgen Jørgensen, tá In.fo hitti hann á brúnni á Svend C, sum tá lá við Havnarmola.