Starvsmannafelagið trýstir politisku flokkarnar at taka støðu til 12 kjarnumál í dagsins Sosiali, nú tað stundar til val. Løgtingsvalið skal í seinasta lagið vera 29. oktober í ár - um slakar tríggjar mánaðir - og tískil vil Starvsmannafelagið hava, at politisku flokkarnir alment vátta sína støðu til 12 úrvald kjarnumál.
Hesi 12 kjarnumálini fevna um eina viftu at trivnaðarspurningum fyri einstaka arbeiðstakaran, umframt formlig sáttmálaviðurskifti og treytir fyri stovnar.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, greiddi í tíðindunum á Rás 2 í dag, nærri frá hesum átakinum hjá Starvsmannafelagnum.
Í dagsins Sosiali, sum verður borin øllum húskjum, setir Starvsmannafelagið teimum sjey politisku flokkunum stevnu, har teir taka støðu til 12 úrvald kjarnumál.
Starvsmannafelagið umboðar áleið 2.000 fólk, og metir tað vera nátúrligt at seta fokus á tørvin hjá teimum 24.000 løntakarunum í Føroyum, nú tað stundar til løgtingsval, har útvið 36.000 føroyingar hava valrætt.