Bjørn Kalsø er eitt rættuliga ókent navn í føroyskum politikki, men tá ið hann í næstum tekur við sessinum sum landsstýrismaður í fiskimálum, er tað alt fortíð. Bóndin á Syðradali sigur, at hann gjørdist rættuliga bilsin, tá ið hann seint mánakvøldið fekk áheitanina frá tingmanning sambandflokksins. Sjálvur hevði hann væntað, at tað fór at verða ein av limunum í tingmanning flokksins, ið fekk bjóðað sessin.
Ivaðist í at stilla upp
Undan valinum 20 januar ivaðist Bjørn Kalsø stórliga, um hann yvirhøvur skuldi stilla upp til løgtingsvalið. Hann gjørdist eisini stórliga bilsin av at fáa ikki færri enn 192 persónligar atkvøður á valinum, og dyggi stuðulin frá norðoyingum eggjaði honum til at halda fram á politiska leikvøllinum. Bjørn Kalsø fekk ikki nógva tíð mánakvøldið til at umhugsa, um hann vildi taka av landsstðrissessinum, men eftir at hava tosað við familjuna, valdi hann at taka av. Sjálvur sigur hann, at tey komu til tað niðurstøðu, at hetta var ein møguleiki, sum tú bert fær einaferð í lívinum, og tí hevði eg óivað angrað tað, um eg ikki tók av, sigur komandi landsstðrismaðurin.
Bjørn Kalsø sigur eisini, at eftir hansara tykki er tað púra upplagt, at tað er norðoyingar, ið eiga landsstðrismannin í fiskimálum, tí Norðoyggjar eru tðdningarmiklasta fiskivinnuøki í landinum.
Altið havt áhuga fyri fiskivinnuni
Sjálvur hevur Bjørn Kalsø ikki tær stóru royndirnar úr fiskivinnuni. Hann hevur fingist nakað við útróður, og harafturat hevur hann verið onkran túr við nótabáti. Men komandi landsstðrismaðurin heldur ikki, at tað er nøkur forðing, tí hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri fiskivinnuni.
- Eg eri ættaður av Syðradali, sum er fiskivinnubygd burturav. Tað eru 13 hús í bygdini, og einaferð vóru tað ikki færri enn 12 skiparar búsitandi á Syðradali, so tað hevur altíð verið nógv prát og kjak um fiskivinnu í bygdini, sigur Bjørn Kalsø. Eisini heldur hann, at tað kann verða ein fyrimunur, at landsstðrismaðurin ikki hevur nøkur beinleiðis áhugamál í vinnuni, sum møguliga kunnu skapa iva um hansara trúvirði.
Góðskumenningarskipanin og rækjuflotin liggja frammalaga
Spurdur hvørji mál, ið nðggi landsstðrismaðurin fer at hava ovast á arbeiðslistanum hjá sær, sigur Bjørn Kalsø, at tað dugir hann ikki at siga enn, og hann vil ikki gera nakrar viðmeringar til nakað ítøkiligt mál enn. Tó sigur hann, at tað góðskumenningarskipanin liggur frammalaga á dagsskránni, og somuleiðis er umráðandi at hyggja nærri upp á rækjuflotan sum skjótast. Nøkur mál eru eisini farin í gongd í umsitingini, og tí má eg hyggja nærri upp á, hvar hesi mál liggja, tá ið eg eri farin til verka, sigur Bjørn Kalsø. Tað er eisini ógvuliga umráðandi, at eg tosi við umsitingina og samgonguna um, hvørji mál ið eru mest átrokandi.
Gera mítt besta at tæna landi og fólki
Bjørn Kalsø sigur, at hann er fullvæl greiður yvir, at tað er ein ógvuliga heitur sessur, ið hann setur seg í, men at hann er ikki bangin fyri avbjóðingini. Eg fari til verka við góðum treysti, sigur hann og leggur afturat, at vónandi fer tað at spæla væl av, tí eg vil undir øllum umstøðum gera mítt allarbesta til at tæna landi og fólki á best møguligan hátt. Komandi landsstðrismaðurin er heldur ikki bangin fyri, at fjølmiðlarnir fara at grava í fortíðuni hjá honum, tí har er einki at fara eftir, sigur hann.
Nú Bjørn Kalsø fer í landsstðri, noyðist hann samstundis at siga sessinum sum bygdarráðsformaður í Húsa kommunu farvæl, men tað ger ikki tað stóra, tí har eru góð fólk at taka yvir, sigur hann.
Síðani tað gjørdist greitt, at Bjørn Kalsø skuldi yvirtaka landsstðrissessin eftir Jóhan Dahl, hevur telefonin hjá honum gingið heit, og tá vit tosaðu við hann fyrrapartin tðsdagin, segði hann, at hann ikki hevði gjørt annað enn tosa í telefon allan dagin. Bjørn Kalsø veit ikki enn at siga, nær hann skal taka við landsstðrissessinum, tí tað eru ymisk viðurskifti, ið hann skal hava upp á pláss, áðrenn hann kann taka við. Tó fer nðggi landsstðrismaðurin at heilsa upp á í fiskimálaráðnum fyrrapartin mikudagin.