Uppiborin straffur

Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen, spøl frá EM

Tað gerst alt meira vanligt millum bridgespælarar at melda aggressivt inn. Í hesum spælinum fekk lattviski leikarin lønina, hann hevði uppiborið, fyri eitt heldur nasadjarvt innmeld.

Nr.2Q1052
E/NS10963
963
76
A71986
QJ8AK7
A52KJ1087
A1095Q4
KJ4
542
Q4
KJ832

SVNE
Gints
RubenisJóannes
MouritsenAndrejs
MilgravisHeðin
Mouritsen
---1ru
2klpass*passD
passpasspass

Gott sæð av Jóannes her at nýta kravpass og straffdupla tað tunna innmeldið hjá Sunnan. Kontraktin varð sett tríggjar ferðir, og Heðin kundi skriva sær 800 inn.
Í hinum rúminum spældu EV 3ut við 9 stikkum, sum einans gav 400, og føroyska liðið skoraði 9 imp fyri spælið.
Dysturin endaði 25-5 til Føroyar, sum er størsti sigur nakrantíð hjá føroyskum bridgelandsliði í altjóða dysti.