Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
Seinastu dagarnar hava søgur gingið um, at verkfallið hevur elvt til lækkandi fiskaprísir.
Sosialurin hevði eitt dømi um blaðnum í síðstu viku. Talan var um djúpvatnstrolaran, Suðring, sum var á veg inn við eini last av kongafiski og upsa. Fiskavirking á Tvøroyri plagar at keypa veiðina hjá eitt nú Suðringi, men við tað, at virkið ikki fekk sent fesk, ísað fløk av landinum, tí eingin flutningur er norður um Suðuroyarfjørð, noyddist virkið at keypa fiskin til frystingar, og tá fekk Suðringur 3-4 krónur minni fyri kongafiskin. Tað helt reiðaríið ikki vera nøktandi prís og valdi í staðin at fara niður til Cuxhaven at selja.
Tað er ivaleyst torført at taka saman um og siga, at soleiðis og soleiðis eru prísirnir, nú verkfall er, tí ymiskt er, hvar og hvussu verkfallið rakar.
Í Klaksvík lata útróðrarmenn illa at prísunum, sum teir siga eru nógv lækkaðir, síðan verkfallið byrjaði.
Hugsast kann, at færri keyparar eru til fiskin hjá útróðrarmonnum í Klaksvík, nú fiskur ikki fæst av oynni, og lítið man vera at ivast í, at tað gongur útyvir prísirnar.
Uppgangandi
Pauli Højgaard, ið starvast sum góðskuleiðari á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, heldur ikki, at prísirnir á gólvinum á Toftum eru lægri, enn teir hava verið. Tað er heldur soleiðis, at prísirnir í seinastuni hava verið uppgangandi. Tað, sum selt verður á gólvinum, er oftast útróðrarfiskur.
Mánadagin fóru toskur 1 og toskur 2 fyri út við 20 krónur fyri kg., toskur 3 fyri stívliga 10, toskur 4 fyri góðar 9 og toskur 5 fór fyri 8 krónur fyri kg.
- Hetta er rímiliga góður prísur, sum er nakrar krónur hægri, enn tá ið hann var
lægstur.
Pauli Højgaard sigur, at fiskaprísirnir sum heild hava verið uppgangandi í seinastuni.
- So, eg haldi ikki, vit kunnu siga, at verkfallið higartil hevur ávirkað prísirnar niðureftir, sigur góðskuleiðarin.