Uppgávurnar eru klárar

Landsdystir móti Pólandi og Íslandi verða millum fyrstu uppgávuarnar hjá nýggja føroyska landsliðsvenjaranum, sum eisini sleppur at royna seg móti Liktinstein, áðrenn farið verður í holt við komandi EM-undankappingina


 

Fótbóltur


Sum kunnugt er føroyska fótbóltslandsliðið í venjaraloysi í hesum døgum, men hóast tað enn ikki er greitt, hvør verður eftirmaðurin hjá Allani Simonsen, so er FSF í fullarið ferð við at leggja fyrstu avbjóðingarnar hjá hesum til rættis.


landsdyst móti Pólandi

Seinnu árini hevur vanligt, at landsliðsárið byrjar við einari venjingarlegu í februar mánaði, og soleiðis verður eisini í ár.

Ein lítil broyting verður tó hesum viðvíkjandi í ár, tí meðan tað higartil hevur verið í Spania, at venjingarlegan hevur verið hildin, verður ferðamálið eitt sindur meira fjarskotið komandi árið.

Tað er ikki endaliga fastlagt, hvar venjingarlegan verður hildin, men Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur við Sosialin, at talan eftir øllum at døma verður um eina ferð til antin Malta ella Cypern.

Hvørji mótstøðuliðini á ferðini verða, er sum so heldur ikki fastlagt, men gongst eftir ætlan, sleppa leikarar okkara hesa ferð at kunna seg við eitt mótstøðuland, sum teir ikki hava hitt áður.

- Tað liggur í øllum førum í kortunum, at talan verður um ein dyst ímóti Pólandi. Kanska ikki í sterkastu uppstilling, men tað er so tað, sum í løtuni verður arbeitt við, sigur aðalskrivarin.


Innandura í Íslandi

Annars er mest sum fastlagt, at í øllum førum tveir aðrir vinardystir verða á skránni komandi árið.

Íslendingar fáa komandi ár ein áragamlan dreym uppfyltan, tá ein innandura fótbóltsvøllur í fullari stødd verður vígdur í Reykjavík. Íslendska fótbóltssambandið hevur tosað við FSF, um at Ísland og Føroyar skulu spæla fyrsta almenna dystin í høllini, og í løtuni bíðar FSF bara eftir, at formliga innbjóðingin frá íslendingum fer at koma við postinum.

Eisini eiga Føroyar ein dyst móti Liktinstein til góðar, eftir at Føroyar tann 26. apríl í fjør vitjaðu hjá smátjóðini. Ta ferðina vunnu okkara menn ein tepran 1-0 sigur, so líkt er til, at nýggi venjarin í øllum førum eina ferð sleppur at royna leiklutin sum favorittur.

Hvussu verður við øðrum landsdystum komandi árið, veldst sjálvsagt um lutakastið til komandi EM-undankappingina, men tað liggur tó fast, at vit neyvan skulu gera okkum vónir um at fáa eins nógv stig tá, sum vit fingu í júst lidnu HM-undankappingini. UEFA hevur nevnliga stungið út í kortið, at talan hesa ferð verður um 10 bólkar, og hetta merkir so aftur, at Føroyar neyvan fáa høvi til at hitta onnur lond, ið á sama hátt, sum vit gera tað, liggja heilt niðarliga á altjóða styrkislistanum.