Vikuskiftis Sosialurin hevur varpað ljós á føroyskar uppfinningar. Ein teirra er SafeFrend hjá Sverra Nolsøe. Les um Safe Friend her
Sverre Nolsøe úr Havn hevur í fleiri ár havt ein dreym um at menna ein persónligan alarm, ið kann hjálpa fólki í neyð. Hann hevur arbeitt miðvíst seinastu trý árini uppá at menna produktið liðugt, og SafeFriend alarmurin er nú á gáttini til handilshillarnar. Samstarvspartnari hansara er navnframi íverksetin, Jesper Buch, og teir hava stórar ætlanir um at inntaka altjóða marknaðin.
Hvat er SafeFriend?
- SafeFriend er ein persónligur bluetooth alarmur, sum mann sambindur við snildfonina. Knøtturin á alarminum hevur beinleiðis samband til SafeFriend appina, og heldur tú knøttinum inni í trý sekund, so boðar tú appuni frá, at okkurt er ávási. Innanfyri 1,3 sekund fáa útvaldir persónar við appuni boð um, at mann er í neyð, og appin vísir, hvar mann er staddur.
Hvar stavar hugskotið til SafeFriend frá?
- Eg havi nú búð í Keypmannahavn í nógv ár, og hvønn einasta dag kann mann lesa um neyðtøkur, álop og annað. Eg hugsaði, hví er tað eingin, sum ger nakað við hendan trupulleikan? Tað er m.a. tí, at fólk ganga runt við einari fartelefon og halda, at um okkurt hendir, so kann mann bara ringja eftir hjálp. Men tá mann verður álopin, so verður mann frystur og fær ikki gjørt nakað. So í staðin fyri at fara í lumman eftir telefonini og læsa hana upp, so kanst tú bara halda á SafeFriend knøttinum.
Nær byrjaði tú at menna SafeFriend?
- Síðan 2012 havi eg arbeitt miðvíst við tí. Eg havi verið undir lesnaði, sum hevur gjørt, at eg havi ikki kunnað arbeitt fulla tíð við tí. Men síðstu trý árini havi eg arbeitt fulla tíð við tí.
Hvussu verður verkætlanin fíggjað?
- Eg hevði ein dreym um at fáa hetta undir framleiðslu, og har var eg so heppin, at Vinnuframi hjálpti mær til menning av tí. So havi eg eisini fingið Jesper Buch sum íleggjara. Síðan hann kom uppí, eru ræðuliga nógvar hurðar opnaðar. Hann hevur hjálpt mær lyfta verkætlanina til eitt væl hægri støði.
Hvat er støðan við SafeFriend beint nú?
- Vøran er liðugt ment, og vit gera okkum nú klár at koma út á marknaðin bæði í handlum og á internetinum fyrst í oktober.
Hvørjar eru visiónirnar og framtíðarætlanirnar?
- Sum tað er á marknaðinum beint nú innanfyri privata trygd, haldi eg, at SafeFriend er ein øgiliga góður kandidatur til at blíva ein seriøsur spælari á altjóða støði. Vit fara eisini at selja í Bretlandi, og vit ætla at taka ein marknað í senn.
- Hetta er ikki tað einasta og síðsta produktið frá okkum. Vit eru í konstantari menning og sita longu nú og menna ta næstu útgávuna av SafeFriend.