Novo Nordisk heldur fram at fella eftir søguligt kursfall

Novo Nordisk er ikki longur millum tær 50 virðismiklastu fyritøkurnar í heiminum eftir kursfall.

Partabrævakursurin hjá Novo hevur verið í afturgongd síðani summarið 2024, tá partabrævið var í hæddini. Síðani eru umleið tveir triðingar av virðinum hjá felagnum burtur. (Arkivmynd). - Mynd: Tom Little/Reuters

Novo Nordisk heldur fram at falla í dag eftir at partabrævið stongdi í gjár við størsta prosentfallinum nakrantíð.

Um níggju tíðina í dag var Novo Nordisk í niðara parti av C25 vísitalinum við einum falli upp á meira enn tvey prosent.

Stóra kursfallið í gjár hendi, eftir at Novo Nordisk lækkaði sínar væntanir um søluvøkstur fyri 2025. Tá børsurin í Keypmannahavn stongdi týsdagin, var heilivágsfyritøkan fallin 23,1 prosent.

Í gjár kunngjørdi Novo Nordisk eisini persónin, sum skal taka við starvinum sum stjóri eftir Lars Fruergaard Jørgensen.

Tað verður Maziar Mike Doustdar, sum hevur starvast hjá Novo Nordisk í 33 ár. Hann tekur við ovasta sessinum 7. august.

Eftir kursfallið er Novo Nordisk ikki longur millum tær 50 virðismiklastu fyritøkurnar í heiminum.

Sambært heimasíðuni companiesmarketcap.com er Novo Nordisk í morgun nummar 53 á listanum yvir virðismiklastu fyritøkur í heiminum.

Danska heilivágsfyritøkan er yvirhálað av millum øðrum bilframleiðaranum Toyota og tøknifyritøkuni IBM.

Novo Nordisk hevur í tíðarskeið verið virðismiklasta fyritøkan í Evropa. Í dag er felagið tað áttanda mest virðismikla, frammanfyri Nestlé, Roche, Prosus, LVMH, Hermés, ASML og SAP.

Afturgongdin í Novo-partabrøvunum hevur varað síðani summarið 2024, tá partabrævið var í hæddini. Síðani eru umleið tveir triðingar av virðinum hjá felagnum burtur.

Novo Nordisk hevur hópin av avbjóðingum, serliga á amerikanska marknaðinum.

Niðurskrivingin týsdagin varð millum annað grundgivin við, at copycat-útgávur av vekttap-rúsevninum Wegovy framvegis verða framleiddar og seldar, hóast heilivágurin ikki longur manglar.

Í USA er tað lógligt hjá sonevndum compounders at framleiða og selja eintøk av heilivági, sum tørvur er á.

Fyrsta partin av 2025 manglaði Wegovy, men tað eydnaðist Novo Nordisk at økja framleiðsluna so nógv, at heiligvágurin varð tikið av listanum yvir manglandi vørur.

Hetta hevði við sær, at sølan av copycat-variantum av Wegovy skuldi steðga í seinasta lagi 22. mai. Men sambært Novo Nordisk fer sølan framvegis fram, og hetta ávirkar søluna av Wegovy, stendur í fráboðanini.

Novo Nordisk væntar nú, at inntøkurnar fara at vaksa millum 8 og 14 prosent í 2025, samanborið við tey áður væntaðu 13 til 21 prosent.

 

/Ritzau/

 

Partabrævakursurin hjá Novo hevur verið í afturgongd síðani summarið 2024, tá partabrævið var í hæddini. Síðani eru umleið tveir triðingar av virðinum hjá felagnum burtur. (Arkivmynd). - Mynd: Tom Little/Reuters