NSÍ-kvinnurnar eru undirtippaðar í tí søguliga dystinum

Klokkan 16 spælir NSÍ dyst í Champions League. Her eru oddsini

Besta kvinnuliðið hjá NSÍ skrivar søgu seinnapartin klokkan 16. Tá spæla tær á fyrsta sinni dyst í einari undankapping í Champions League.

 

NSÍ skal royna seg í Skopje í Norðurmakedonia móti vertsliðnum, Ljuboten. Vinnarin av dystinum møtir vinnaranum av dystinum millum Pyunik úr Armenia og NSA Sofia úr Bulgaria.

 

Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Ljuboten sum favoritt til at vinna dystin.

 

Oddsini upp á sigur til Ljuboten liggja millum 1,44 og 1,60.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,00 og 4,95.

 

Oddsini upp á sigur til NSÍ liggja millum 4,30 og 5,50.

 

(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##