Kredittmetingin frá Moody's hækkaði í september

Útgangsstøðið fyri føroyska búskapin er gott, og tað almenna í Føroyum er ikki serliga skuldarbundið, sammett við onnur lond í vesturheiminum

Tað sæst í ískoytistilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans.

Har stendur, at metingar benda á, at BTÚ veksur millum 4 og 5% í 2025 og 2026. Harafturat er framvegis nettotilflyting til Føroya, tó at hon er minkað munandi síðstu trý árini. 

Føroyska samfelagið hevur kortini búskaparligar avbjóðingar, tá ið hugsað verður um afturvendandi sveiggini í búskapinum, ið stava frá tilfeingisvinnum okkara, og tá ið hugsað verður um vantandi haldføri í almenna búskapinum. 

Neyðugt er tí at stýra við skynsemi, skulu Føroyar koma væl gjøgnum avbjóðingarnar, uttan at vælferðin verður sett í vanda. 

Í nýggjastu kredittmetingini, sum er frá september í fjør, metir Moody’s, at afturgjaldsevnini hjá landskassanum eru eitt sindur betri, og tí er grundleggjandi kredittmetingin hækkað. Orsøkina sigur Moody’s millum annað vera, at landskassin í fleiri fylgjandi ár hevur havt nærum javnvág í landsroknskapinum, og at skuldin tí hevur verið nærum óbroytt. 

Harafturat er gjaldføri landskassans sera gott.