Uppfinning kann bjarga túsundtals mannalívum

Hóast verandi gummibjargingarbátar eru tað tryggasta og besta vit hava í dag, so kunnu ábøtur, sum føroyski uppfinnarin, Justi Poulsen úr Havn, hevur funnið fram til, gera bátin nærum 100% tryggan, og harvið kunna bjarga túsundtals mannalívum í framtíðini

Havnarmaðurin Justi Poulsen hevur fingið patent í Danmark uppá ein nýggjan gummibjargingarbát. Hesin er innilokaður við uppkomuslúsum á báðum síðum og við serstakari skipan fyri at koma umborð úr sjónum. Uppfinningin er rættiliga hugvekjandi og kann fáa stóran týdning fyri trygdina á øllum heimsins høvum.

Trupulleikarnir við dagsins gummibjargingarbátum eru, at báturin oftani vendir øvugt við botninum uppi, tá teir koma á sjógvin. Hetta hendi m.a. í fleiri førum, tá ferjan Estonia sakk í Eystursjónum herfyri og fleiri hundrað fólk sjólótust.

Nú hevur so Justi Poulsen gjørt nakrar ikki sørt kollveltandi broytingar í verandi gummibjargingarbátum, sum gera, at tú sleppur upp í bátin, uttan mun til hvør síða vendir upp. Tvs. at bátarnir kunnu gerast 100% tryggir í mun til í dag, har tað er so, at umleið helvtin av teimum vanligu gummibjargingarbátunum venda botnin uppeftir, tá teir eru blástir upp í sjónum. Í kulda og vánaligum veðri er tað so gott sum ómøguligt at fáa ein gummibjargingarbát aftur á beint og at koma uppí hann liggur tú í sjónum.

Ein loysn uppá henda trupulleikan er ein vatntættur innilokaður bjargingarbátur, sum er symetriskur um sín egna longdarása og við sama tali av vatntøttum innkomuslúsum á hvørjari síðu, soleiðis at tú gjøgnum slúsurnar kann koma turrur inn í bátin, líkamikið hvør síða av bátinum vendir upp.


Torført at koma upp úr sjónum

Ein annar trupulleiki við vanligu bjargingarbátunum í dag er tann, at tað er næstan ómøguligt hjá fólki í sjónum at koma upp í bjargingarbát, uttan hjálp frá fólki umborð. Hesin trupulleikin heldur Justi Poulsen kann loysast við, at tað á báðum síðum verður fest nakað, ið líkist eini luftmadrass. Við hesi ?luftmadrass? hevur tú fingið ?fast undir fótum? og kann lættliga klintra umborð, nakað sum er nærum ógjørligt í dag.

Gummibjargingarbáturin skal annars kunna blásast upp og goymast á sama hátt sum í dag verður gjørt við vanligu bjargingarbátunum, sum finnast umborð á flestu øllum smærri førum og eisini umborð á størri skipum.


Kassin við páhangara sama principp

Tað eru eini 25 ár síðani, at Justi Poulsen fekk hugskotið til hesa uppfinning. Tað hevur hann frá royndum sínum á sjónum og er princippið tað sama sum við kassanum til páhengara í føroyskum báti, har sjógvurin bert stendur eina spón upp í kassan. Sama prinsipp verður brúkt í slúsunum á bjargingarbátinum.

Justi Poulsen, sum eisini fæst við fleiri aðrar áhugaverdar uppfinningar, hevur í longri tíð fingið holla ráðgeving frá Tórmóði Dahl, verkfrøðingi. Teir hava saman søkt danska ?Patentdirektoratið? um at fáa patent uppá hesa og aðrar uppfinningar. Umframt hesa hava teir eisini fingið patent uppá eina aðra uppfinning, sum er ein serstakur vegbrunnur. Aftrat tí arbeiða teir við øðrum umsóknum til patent, sum eitt nú hava nakað við oljudálking at gera. Hjálparmaður teirra er Hans Jacob Beck.


Vit eiga nógvar uppfinnarar

Tórmóður Dahl sigur í eini viðmerking, at tað er ótrú-liga hugaligt og hugvekjandi at arbeiða saman við monnum sum Justi Poulsen. -Veruleikin er tann, at vit eiga fleiri fólk av hansara slag, sum veruliga hava nakað at vísa fram. Hetta eru fólk við lívsroyndum, og tað er spell, at tað skal vera so torført at koma víðari við uppfinningum, sum tað er í Føroyum í dag.

Tað er alt ov lítil hjálp at fáa frá tí almenna, tá eitt nú patentumsóknir skulu gerast. Hetta er sera kostnaðarmikið og krevur nógv av einum. Skal tú so eisini hava heimspatent, so verður hetta at kosta sera nógv, og hetta kann eingin einstakur uppfinnari klára.

Tórmóður Dahl sigur víðari, at fæst hjálp til at fara undir at gera eina prototypu, so kann hugsast, at ein seinni framleiðsla kann geva nógv til samfelagið. Hetta átti at havt týdning, nú tosað verður um at finna alternativar inntøkur til fiskivinnuna. Hann heldur sjálvur, at uppfinningin er so mikið týdningarmikil, at tað væl kann henda, at tað í framtíðini fer at verða álagt við lóg at brúka nýggja slagið av bjargingarbáti.

Herfyri vóru umboð fyri danska skipaeftirlitið í Føroyum og frættu tey eisini um uppfinningina. Teir hildu hana vera sera áhugaverda.


Betrað um verandi bát

Justi Poulsen, sum eitt skifti var sjómaður og annars hevur arbeitt á Meiðaríinum í meira enn 40 ár, heldur sjálvur, at vit áttu at havt eitt patentkontór í Føroyum. Í hvussu so er áttu uppfinnarar at fingið meiri hjálp frá tí almenna, soleiðis at ein góð uppfinning endaði við eini framleiðslu her á landi tvs. skapti arbeiðspláss og inntøkur til samfelagið. -Er talan um okkurt, sum hevur við fisk at gera, so ber alt til. Men skulu vit í framtíðini bara liva av fiskinum, so verður smáligt í Føroyum.

Justi Poulsen ger greitt, at gummibjargingarbáturin, sum vit hava í dag, er ein ótrúlig uppfinning. Tað er tað besta, sum nakrantíð er gjørt innan bjarging. Hann hevur verið ómetaliga hentur, hóast hann ikki hevur verið 100% tryggur, tá eitt nú verður hugsað um, hvussu nógvir bátar holvast, tá teir koma á sjógv. So er eisini óvissan um, at báturin kann koppa í tí ringa veðrinum.

-Verandi bátur er eitt frálíkt uppfinnilsi. Vit koma so við nøkrum nýggjum aftrat, sum skal gera hann uppaftur tryggari. Justi Poulsen sigur seg hava tosað við nógvar menn, sum hava verið í gummibjargingarbáti. -Teir siga allir tað sama um hetta bangilsi, sum kemur á teir, meðan teir eru í bátinum, nevniliga orsakað av óttanum fyri, at hann kann fara runt aftur.

-Um tú kemur í ein slíkan broyttan bát, og tú situr í trygdarbeltinum og tú veit, at báturin kann fara runt fleiri ferðir, uttan at tær nýtist at fara úr honum, so er tað sera týdningarmikið fyri alla trygdina sum heild.

Kemur tað hartil, at tað kann farast undir framleiðslu av einum nýggjum bjargingarbáti, so kann hetta eisini gerast í Føroyum. Talan er um handarbeiði í stóran mun.