Uppboðssøla í Tjørnuvík

Eitt av teimum fyrstu tiltøkunum, sum verða á mentanarvikuni í Sunda kommunu, er sonevndi Stakksdagurin, sum verður í Tjørnuvík í morgin.

Fjallfólkið, sum fer í Stakkin, fer frá bygdarhúsinum klokkan 7.30 og komið verður aftur um 13-tíðina.

Tá døgurðin er etin, fara menn at fletta, og síðan verður selt á uppboði.

Eftir uppboðssøluna, skipar Kingo-bólkurin fyri tombola, og dagurin endar við dansi í bygdarhúsinum, har Jákup Marner og Heini fara at syngja og spæla.

Stakksdagurin er vanliga ein ógvuliga hugnaligur dagur í Tjørnuvík, sum savnar nógv fólk í bygdini og til dansitiltakið um kvøldið.