Danska flogfelagið Maersk Air misti herfyri leiguflúgvingina fyri ferðavinnufelagið Star Tour, visti danska blaðið Take Off at siga um dagarnar.
Talan var um rímiliga nógva flúgving segði Take Off, sum metti, at tað mundi fara at merkjast hjá Maersk Air.
Men sambært blaðnum var stjórin í Maersk Air, Flemming Ipsen, ikki so ovurhonds harmur um tað. Tí sum hann segði, var prísurin komin so langt niður, at hann ikki helt tað vera nakað at flúgva fyri. Hann metti rætt og slætt ikki, at tilboðið, sum eitt annað flogfelag, Sterling, hevði givið og fingið flúgvingina fyri, kundi loysa seg.
Men nú er Maersk Air farið aðrar leiðir, veit Take Off at siga við tíðindabrævi frá Maersk Air sum keldur.
Felagið byrjar tann 26. oktober vær nýggjar rutur úr Billund. Onnur verður til Oslo og hin til Milano.
Roknað verður við væl av flúgving millum Billund og Oslo, tí lagt er út við trimum túrum dagliga mitt í viku. Um vikuskiftini verður flogið einaferð um dagin.
Til Milano verður eftir ætlan flogið einaferð um dagin. Tó verður eingin túrur leygardag.
Flogferðslan úr Billund tykist líkasum at vinda upp á seg, siga fólk í vinnuni. Og stjórin í Maersk Air heldur sambært Take Off, at tølini til Oslo síggja rímilig út sum er, og tí halda tey í Maersk Air, at tað man fara at loysa seg at taka rutuna upp.
Tað verða onnur flogfør, enn tey Boeing 737 flogførini, vit kenna frá Føroyarutuni, ið Maersk Air fer at nýta á hesum nýggju rutunum. Talan verður um tey væl smærri Canadair Regional Jet 200, ið taka 48 ferðafólk, sum verða nýtt.
Í dag røkir bara flogfelagið Sun Air flúgving millum Billund og Oslo.