Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í kvøld frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn vestaneftir.
Týsdag fyrrapart fer ættin upp í vestan og tað slítur í eitt skifti. Hitin alt samdøgrið 4 til 8 stig.