Í 2002 og 2003, tá nógvur várfiskur var at fáa norðan fyri, kundu út við 100 snellubátar leggja fiskin upp á Eiði ein leygardag. Aðrar dagar, tá tað viðraði í vártíðini, kundi talið av bátum saktans liggja millum 40 og 60 í ein dag.
Seinastu árini, nú snelluútróðurin ikki hevur vignast, hevur talið av bátum sum heild verið lítið. Í ár eru einir 15 bátar komnir úr øðrum økjum í landinum og hava fingið sær støð á Eiði í vártíðini. Millum hesar eru eisini nakrir bátar úr Suðuroy.
Jóhan K. Joensen, sum plagar at landa fiskin hjá snellubátunum, sigur, at bátarnir higartil í várróðrinum javnan hava ligið millum eini 1000 og 1500 pund upp á dagin. Talið av bátum hevur ligið um 20, og vanliga er ein maður á hvørjum báti. Onkuntíð tveir.
- Besti bátur, eg higartil havi landað, hevði 3000 pund av snellufiski, og her vóru tveir mans við. Annars hava teir javnan ligið millum 1000 og 1500 pund hvønn dagin. Fiskurin, sum menn hava fingið, hevur verið bæði feitur og góður.
Jóhan K. Joensen sigur, at snellufiskiskapurin higartil hevur vignast betri enn seinnu undanfarnu árini, og tá tað hevur viðrað, hava menn sum oftast gjørt hampiligar dagar. Tað eru fáir, sum einki hava fingið.
- Tað er umleið ein mánaði síðan, at várróðurin byrjaði, og vit plaga at siga, at vanligt er at royna út í hálvan apríl. Vanligt var, at menn góvust um páskirnar, men páskirnar liggja so tíðliga í ár, sigur Jóhan K. Joensen.
At kalla allur snellufiskurin, sum kemur upp á land á Eiði í løtuni, endar inni á gólvinum hjá P/F Bátafiski, ið hevur góðkenda landingarmiðstøð. Tað er Fiskamarknaður Føroya, sum selir fiskin, ið verður koyrdur út til keypararnar.










