Fleiri djúp lágtrýst yvir Atlantshavinum fara í ein útsynning móti Íslandi komandi dagarnar. Tilhoyrandi brúgvaløg við regni og nógvum vindi fara í løtum fram við Føroyum av útsynningi og vestri.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, sum lækkar í ein sunnan og øtlar upp í storm, í hvirlunum upp í hvassan storm. Á miðdegi øtlar hann vindin í hvassan storm og í støðum upp í ódn í hvirlunum. Samdrigið og ælaveður, men sum frá líður skýggjað og út á náttina fer at regna. Hitin um dagin millum 3 og 7 stig. Seinnapartin og í kvøld makar hann vindin niður í strúk í vindi til skrið. Tað klárar tó í eitt vet, tó verður okkurt æl. Hitin veksur upp í 9 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur og heglingur. Hitin millum 1 og 5 stig.
Hósdagin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s, um náttina snarar hann í útsynning og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi ella heglingi. Hitin millum 1 og 5 stig.
Tollaksmessudag
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein landsynning og eystan, og øtlar upp í hvassan vind, 15 m/s. Um náttina verður eitt skifti vindur av ymsum ættum, seinni upp í hvassan vind av vestri, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 3 og 8 stig.
Jólaaftan
Sum frá líður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og vestri, 13 til 17 m/s, yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Um kvøldið makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í strúkur í vindi, 10 til 13 m/s av landsynningi ella útsynningi og sum frá líður regn. Hitin millum 2 og 6 stig.
1. jóladag
Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi, 10 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, av vestri og útnyrðingi. Samdrigið og regn, seinni ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig.










