Upp í 3.000 pund á snellu

Útróðrarmenn, sum lúra upp á at fáa nakrar fiskar á Norðhavinum í vár, raktu við uppundir endan av seinastu viku, tá ein bátur fekk heili 3.000 pund. Í vikuskiftinum vóru fleiri bátar á snelluveiði á Norðhavinum. Millum teir, sum taka ímóti fiski hjá útróðrarbátum norðanfyri, er Bátafiskur á Eiði.

Á Bátafiski siga tey, at einir 10 snellubátar avreiddu fríggjakvøldið, og hesir høvdu eini 13.000 pund tilsamans.

Besti báturin hetta kvøldið hevði 3.000 pund, sum helst eisini er besti snelludagur á Norðhavinum í vár. Fríggjadagin lógu bátarnir soleiðis úr 500 upp í 3.000 pund.

Bátafiskur á Eiði tekur eisini ímóti fiski frá bátum, sum royna við línu, og seinasta leygardag avreiddi glastrevjabáturin Gunnvá, sum er heimahoyrandi á Norðskála, heili 14.000 pund, sum teir fingu norðanfyri.

Størsti parturin av veiðini hjá Gunnvá var toskur.

Aðrir bátar, sum royna við línu og avreiða á Eiði, hava eisini havt góðar setur og hava ligið millum eini 8.000 og 11.000 pund.