Tann óvanliga ringa melduródnin Megi hevur herjað partar av Filipsoyggjunum í dag. Veðurmenninir siga, at tá ódnin bar við land á oynni Luzon í morgun, var meðalvindferðin 80 metrar um sekundið og heilt upp ímóti 100 metrum um sekundið í hvirlunum.
Eftir boðum frá myndugleikunum hava fólk í túsundatali leitað sær skjól í kirkjum, skúlum og øðrum bygningum.
Sagt verður, at so at siga eingin ferðsla er á høvuðsvegunum til og úr høvuðsstaðnum Manila, og nógvastaðni hevur vindurin rykt trø upp við rót og slitið elleidningar.
Umframt tann nógva vindin hevur Megi nógv regn við sær, og tí stúra myndugleikarnir fyri skriðulopum nógvastaðni.
Veðurmenninir siga, at Megi fer seinni til havs við kós ímóti Kina, men at hon fer at vikna á vegnum.