Djúpt inni í Dalsfjørðinum í tí norska fylkinum Sogn og Fjordane finnur tú ein heilt serligan skúla, Red Cross Nordic United World College, styttur RCNUWC. Har ganga á leið 200 næmingar frá fleiri enn 80 londum, alt frá Nepal til Peru og sjálvandi eisini úr Føroyum.
Í 1996 gjørdi Føroya Landsstýri av, at Føroyar eisini skuldu taka lut í samstarvinum. Ein føroyskur næmingur verður tí valdur á hvørjum ári, soleiðis at tveir næmingar altíð ganga á skúlanum í 2 ára longu útbúgvingini. Fyri at sleppa inn mást tú vera liðugur við fyrsta árið í eini gymnasialari miðnámsútbúgving.
Skúlin er merktur av, at fólk úr øllum heiminum eru savnað fyri at læra og liva saman. Næmingarnir búgva 5 í hvørjum kamari, og teir eru settir saman tvørtur um landamørk. Hetta merkir, at næmingarnir skulu læra seg at taka hædd fyri mentanarligum ymiskleikum, bæði arbeiðsliga og sosialt. Fólk úr Kanada og Tanzania verða tínir tættastu vinir og familja, og lærararnir eru somuleiðis úr øllum heiminum.
Fakliga støðið á skúlanum er høgt. Lestrarætlanin er løgd eftir International Baccalaureate (IB) fortreytum, ið er eitt krevjandi tvey ára pensum. At lesnaðurin er krevjandi, merkir ikki bara, at tú skal minnast meiri, lesa meiri og hava fleiri skúlatímar enn á øðrum skúlum. Áherðsla verður eisini løgd á at seta spurningar, soleiðis at tú verður brynjaður til víðari lesnað. Tað verður eisini kravt, at tú ert við í tiltøkunum, ið fara fram uttanfyri skúlan (EACs), og sum hava nógv at týða fyri, hvussu tín útbúgving verður myndað. Tú kanst t.d. skipa fyri fríggjadagscafé, spæla kamartónleik, skipa Reyða Kross og Amnesty virksemi, spæla sjónleik; stutt sagt: frælsið at gera verkætlanir, ið tú sjálvur brennur fyri, er stórt.
Nettupp frælsi setur sín dám á skúlan, tí umstøðurnar eru stak góðar. Skúlin hevur høli til tónleik, sjónleik og málningalist, framúr góða útgerð til náttúruvísundarligu lærugreinirnar, svimjihøll, fitness sentur, og Noreg gevur tær møguleika til at standa á skí stóran part av skúlaárinum.
RCNUWC savnar ungfólk úr øllum heiminum, í tí vón, at hesi ungfólkini í framtíðini kunnu gera eitt arbeiði, ið onkursvegna kann gera ein mun. Skúlin hevur til endamáls at útbúgva næmingar, ið eru umhvørvisliga og menniskjaliga tilvitaðir, og sum vilja involvera seg í samfelagnum. Tolsemi og samkensla eru eginleikar, sum skúlin leggur dent á við tí vón, at tað ber til at skapa ein betri heim.
Ingilin Strøm, næmingur á RCNUWC í Noregi
Á myndini er eisini Halla Jacobsen úr Hoyvík, sum gongur 1. árið
-------------
Mentamálaráðið rindar fyri ein føroying árliga
Næmingar, sum ganga á 1. ári á eini gymnasialari útbúgving kunnu søkja Mentamálaráðið um upptøku á RCNUWC. Umsóknarblaðið fæst á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum á hesi slóðini:
mmr.fo/Default.asp
Ein føroyskur næmingur fær árliga stuðul at ganga á United World College, soleiðis, at tað altíð eru tveir føroyingar á skúlanum: ein á fyrra árinum og ein á seinna árinum.
Seinasta freist at søkja er 7. mars 2011.
- eys -