Flytingarvindeygað er opið fram til 31.januar í ár og miðlarnir eru á temur við leysasøgum. Í dag verður Manchester United nevnt í fleiri førum.
Manchester United verður sett í samband við Christian Eriksen úr Tottenham og 32 ára gamla Edinson Cavani úr Paris Saint Germain. Felags fyri báðar er, at sáttmálin hjá teimum gongur út í summar.
Christian Eriksen hevur leingi verið settur í samband við fyrst Real Madrid og síðani Inter Milan. Italskir miðlar skriva, at venjarin hjá Inter Milan, Antonio Conte, heldur vil hava Arturo Vidal frá FC Barcelona, so nú er ein avbjóðari færri at kappast við hjá Manchester United.
##med2##
Altjóða miðlar skriva eisini at Manchester United, saman við Chelsea, liggja framvið eftir Edinson Cavani. Áleyparin úr Uruguay er í holt við sítt seinasta kappingarár í PSG. Bæði liðini leita eftir einum áleypara. Tó skrivar franska L'Equipe, at Edinson Cavani endar í Atletico Madrid í sumar, og at tann avtalan er longu upp á pláss.
Manchester United skal í annaðkvøld spæla móti grannunum úr Manchester City í hálvfinaluni í Liga Cup, sum er lítla steypakappingin í Onglandi.