United-maður spýði á vøllinum

VIDEO: James Wilson var ikki væl fyri skamt undan dystarbyrjan í dag

Í gjár var sum kunnugt nýggjársaftan. Tað má sigast at vera rættiliga vanligt, at fólk allastaðni í heiminum nýta høvið at fara inn í nýggja árið við einari fittari mongd av alkohol í blóðnum. Óvist er, um James Wilson var ein av teimum mongu, ið smakkaðu sær á í gjár, men framherjin, sum í løtuni er útlæntur frá Manchester United til Brighton í næstbestu, ensku deildini, var í øllum førum ikki væl fyri skamt undan dystarbyrjan, tá ið Brighton fyrr í dag tók ímóti Wolverhampton.

 

Dysturin var um at byrja, tá ið sjónvarpsmyndirnar byrjaðu at suma inn á Wilson. Á sjónvarpsmyndunum sæst týðiliga, at James Wilson spýr.

 

James Wilson var tó ikki so illa fyri, at hann ikki fekk spælt. Hann spældi allar 90 minuttirnar, men tað gekk ikki eftir vild hjá Brighton, sum tapti 1-0 á heimavølli.

 

Løtan, tá ið James Wilson spýr, kann síggjast HER. Danska TV3Sport eigur myndirnar.