Phil Neville er settur sum nýggjur venjari hjá amerikanska felagnum Inter Miami. Tað er ikki av tilvild, at júst ein fyrrverandi spælari hjá Manchester United endar í Inter Miami, tí eigari av nýggja fótbóltsfelagnum er ongin minni enn David Beckham.
Phil Neville er 43 ára gamal og fekk sítt gjøgnumbrot sum spælari hjá Manchester United undir Sir Alex Ferguson og var partur av tiltikna 92-flokkinum, ið fostraði spælarar sum David Beckham, Ryan Giggs, Paul Scholes, Nicky Butt, Gary Neville og yngri beiggjan Phil Neville.
Phil Neville mundi verða millum teirra, ið fekk alt burturúr sínum eginleikum, tí teir vóru ikki so nógvir, sum hjá eitt nú Ryan Giggs og Paul Scholes, ið spældu alla sína yrkisleiðis í Manchester United. Phil Neville spældi seinnu hálvu av síni yrkisleið við Everton, og hevur seinni árini verið landsliðsvenjari hjá Onglandi.
Inter Miami er partur av bestu deildini í Amerika, sum eitur MLS. Tað ljóðar, at felagið arbeiðir við at tryggja sær Lionel Messi til framtíðina. Tað er alment kent, at familjan Messi hevur keypt sergjørdan og glasiligan íbúðarbygning í Miami, og Lionel messi hevur í samrøðu fyri kortum sagt, at hann kundi hugsað sær at spæla í USA.
Tað hava miðlarnar sett saman til, at 33 ára gamli Lionel Messi eina ferð ætlar sær at spæla við Inter Miami, tá yrkisleiðis gongur móti endanum, og annars spæla Miami Vice fyri rest.
##med2##