United áhugað í Huntelaar

Hollendski álopsspælarin Klas-Jan Huntelaar avdúkar nú ein loynidóm, sum ikki hevur verið serliga væl goymdur

Hann viðurkennur, at enska felagið Manchester United hevur sýnt honum stóran áhuga.

- Eg veit, at ávís ensk feløg fylgja mær, til dømis er Manchester United sera áhugað í mær, sigur Klas-Jan Huntelaar sambært Skysports.

Huntelaar spæl fyri hollendska stórfelagið Ajax úr Amsterdam.