United-fjepparar savnast til endabrakið

Í morgin fellur avgerðin í enska Premier League. Eitt umfar er eftir at leika, og Manchester United og Chelsea liggja bæði jøvn á fyrsta plássi. Manchester United hevur stóra fyrimunin í málúrtøkuni, og tískil kunnu teir avgera alt sjálvir.

Møguleiki verður at síggja dystin á stórskíggja í Glitnir, har føroyskir United-fjepparar savnast. Føroyska fjepparafelagið hjá Manchester United boðar frá, at dyrnar lata upp kl.13, meðan dysturin sjálvur byrjar kl.15.