United Airlines, sum er næststørsta flogfelagið í USA, skal hava næstan tvær milliardir dollarar fyri at sleppa undan húsagangi. Felagið bað stjórnina í Washington veðhalda fyri 1,8 milliard dollarum í láni, men stjórnarnevndin, sum hevur ábygrdina av flogferðsluni, sýtti fyri at ganga umsóknini á møti. Ein limur atkvøddi fyri, men tveir atkvøddu ímóti. Grundgevingin var, at metingarnar hjá flogfelagnum eru ikki nóg álítandi, og at tað tí er ov stórur vandi fyri, at rokningin endar hjá skattgjaldarunum.
Eins og hini amerikansku flogfeløgini hevur Unites Airlines verið fyri stórari afturgongd síðani tann 11. september í fjør. Í síðstu viku eydnaðist tað felagnum at fáa starvsfólkini at góðtaka, at lønin verður lækkað, men tað er ikki nóg mikið til at bjarga felagnum. Felagið fer væntandi at biðja um verju ímóti kreditorunum, soleiðis sum amerikanska lógin heimilar, meðan leitað verður eftir øðrum loysnum.