Uni fer at prædika fyri politikarunum

Nýggi dómprósturin kundi ikki funnið upp á at harta politikararnar í dag, og hann heldur, at tað er týdningarmikið, at evangeliski boðskapurin kemur út, uttan at tað er ivi um hann. Tað verður Uni Næs, nýggi dómpróvsturin, sum fer at prædika, tá ið politikarar, embætisfólk og prestar saman við øðrum eru komin í dómkirkjuna klokkan 11 í dag.

- Gudstænastan á Ólavsøku er eitt slag av tjóðargudstænastu, og hon er ikki bert fyri fólkakirkjuna og politikarar, hon er fyri alla tjóðina í breiðastu merking. Gudstænastan er ein samansjóðing og ein staðfesting av, at vit eru ein kristin tjóð, sigur Uni Næs.

Onkuntíð hava prestar í ólavsøkuprædikuni givið politikarunum okkurt prikið, men tað ætlar Uni Næs sær ikki at gera:

- Eg kundi ikki funnið upp á at harta politikararnar, tá teir koma í kirkju á ólavsøku. Eg havi stóra virðing fyri teimum, sum er prædiki fyri, og eg havi ongantíð undirmett meinigheitina. Tað ber til at siga nógv millum reglurnar. Tú mást altíð minnast til at hava ein virðiligan dialog, men tað er týdningarmikið, at fáa tann evangeliska boðskapin út, uttan at ivi er um hann, sigur Uni Næs.