Uni Debess á Ó12

Tá Uni Debess í ár fer á pallin á Ó12, eru júst 10 ár liðin, síðan hann fyrstu ferð sum ein relativt ókendur blues sangari við heilt eyðkendum stíli, traðkaði á pallin á einari ólavsøkukonsert.

 

Tá var tað við bólkinum Bates Motel, men bólkarnir hava verið nógvir, so sum Teir, Headache Blues Treo, Prix Føroyarvinnararnir GoGo Blues, Crawling Blue og Debess Blues Station.

 

Hóast bluestónleikurin hevur verið rættiliga gjøgnumgangandi hesi árini, so hevur Uni eisini roynt seg við fólkatónleiki, tí meira rokkkenda og tí popputta, tó ert tú ongantíð í iva um, at hetta er Uni Debess, ið syngur tá tú hoyrir hann, bæði á fløgu og konsert.