Ungarn hevur framvegis møguleika at spæla seg í EM endapælið í Fraklandi næsta summar. Nú tað restar eitt umfar, er Ungarn á triðja plássi við 16 stigum. Norðurírland er fremst við 20 stigum, og Rumenia er næstfremst við 17 stigum. Ungarn er á triðja plássi við 16 stigum.
Í kvøld vann Norðurírland 3-1 á heimavølli ímóti Grikkalandi, og tað endaði 1-1, tá ið Rumenia hevði vitjan av Finnlandi.
Ungverski málverjin, Andras Gango, hevur í nógv ár spælt í Føroyum. Hann er staddur í Budapest í kvøld, og hann sigur, at tey í Ungarn eru ovurfegin um 2-1 sigurin á Føroyum:
-Mínir landsmenn eru samdir við mær og føroyingunum í, at talan var um klokkuklárt brotsspark, tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu miðskeiðis í 2. hálvleiki varð feldur. Hvussu tað hevði tørnað út, um Føroyar høvdu lagt seg framum, fáa vit ongantíð at vita. Nú vann Ungarn 2-1, og harvið er møguleikin framvegis at røkka endaspælinum.
Síðsta umfar verður sunnudagin klokkan 17, tá ið skráin sær soleiðis út: Føroyar-Rumenia, Finnland-Norðurírland og Grikkaland-Ungarn.
Støðan: Norðurírland 20 stig, Rumenia 17 stig, Ungarn 16 stig, Finnland 11 stig, Føroyar 6 stig og Grikkaland 3 stig.