Ungi tónleikarin Jógvan Joensen hevur seinastu vikurnar verið í upptøkuhølunum, og nú er hann til reiðar við einum nýggjum lagið, sum í dag er lagt á YouTube.
Leygardagin 30. mars var bólkurin hjá Jógvan Joensen í Smart Recordings og gjørdi upptøkur til eitt nýtt lag, sum ber heitið Hope and Laughter.
Jógvan Joensen er 24 ára gamal, og fyllur tónleikurin ein sera stóran part í
lívinum hansara. Sagt verður út Smart Recordings, at Jógvan við hesum lagnum hevur eitt ynski um at røkka longri inn á tann føroyska tónleikapallin.
-Lagið Hope and Laughter er orginalt og ektað, og hevur sangurin ein kláran og sigandi boðskap. Hetta lagið er sveimandi og lurtaravinarligt, og fer heilt vist at gerast eitt hitt, verður sagt úr Smart Recordings í kvøld.
Lagið kann hoyrast her: