Ungur maður kom í neyð í fjøllunum

Eitt lið av klintrarum máttu bjarga honum niðuraftur

Seinnapartin í gjár kom ein blaðungur drongur í neyð í fjøllunum.

Drongurin, var var føroyingur, var farin niðan á Sornfelli við nøkrum vinmonnum. Men komin niðan á, fekk hann hug at klintra heilt upp.

 

Løgreglan sigur, at vinmenninir vildu ikki við men hann fór kortini einsamallur.

Tað gekk væl at koma heilt niðan á, men tá ið hann skuldi niðuraftur, kom fjáltur á hann. Tað var hált og ringt at ganga, so hann hevði rent seg fastan.

 

Tað var einki at gera enn at ringja til løgregluna og tey sendu so eitt lið av klintrarum frá Havnar Bjargingarfelag at hjálpa manninum niður aftur.

Og tað gekk, sum tað átti og maðurin kom niður aftur í øllum góðum, sigur løgreglan.