HB kunnger í dag, at 17 ára gamli Daniel Johansen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið. Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari.
Daniel Johansen er longu í Effohópinum hjá HB. Hann hevur ikki spælt nakran dyst við Effoliðnum hjá felagnum í ár, men í fjør varð hann tríggjar ferðir skiftur inn í Effodeildini. Í ár hevur hann gjørt um seg á næstbesta liðnum hjá HB, har hann hevur spælt 17 av 18 dystum. Daniel var við á liðnum í dag, sum rættiliga óvæntað vann 3-2 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Daniel er vinstra beintur, og spælir hann fyri tað mesta á vinstra bakki.
Nýggi sáttmálin hjá Daniel við HB er tvey ár til longdar. Hann fyllir 18 ár í næstum.